11.5.11

Bergtakandi farfuglar frá 68






Bláur bergtøkulutur bíðar á Bryggjuni (Myndir: Birgir Kruse)

Summarið er byrjað, tá fremmandir bilar síggjast í gøtunum. Tað er sum farfuglar. Rulla í land av Norrønu, nema føroyska jørð eitt bil, og strúka síðan avstað aftur, mettaðir av føroyskum lendi. Hesin bilur, sum eg sá við farstøðina í morgun, er úr Nýfundlandi. Slagið er American Motors Ambassador, helst frá 1968, giti eg. Hetta navnið í Rambler-røðini var til frá 1958 til 1974. Undir einum vórðu hesir bilar kallaðir Rambler, øll árini, teir rullaðu í Føroyum. Heilt síðani teir stóðu á rað eftir allari Jóannes Paturssonar gøtu í 60'unum havi eg verið bergtikin av teimum, Ramblerbilunum. Serliga hin svarti Classic 770 við reyðum leðurinntrekki, sum einu ferðina koyrdi kong. Men hesin er eisini hugtakandi. Ein DPL 290 við Typhoon 4.75 litur V8 motori. Linjur og krom sum fascinatiónsobjekt, ein bergtøkulutur. Jakku, skómakarin í Gøtu, hevði ofta ein Ambassador, sum var høvuðsnavnið hjá American Motors. Útstoytið, sum stingur út undan síðuni, er ein av mongu tíðarbundnu smálutunum.