24.5.11

G8 londini seta internetið á skrá


Nicolas Sarkozy, fromaður í G8: Vil hann stýra internetinum?

Undan G8 fundinum í franska býnum Deauville í ovurmorgin, hevur franski forsetin Nicolas Sarkozy sett internetið á skrá í dag og í morgin. Sarkozy er formaður í samstarvinum millum G8 londini, sum eru Kanada, Frakland, Týskland, Italia, Japan, Russland, Bretland og USA.

Sarkozy hevur sent persónliga innbjóðing til ‘bestu og klókastu tøknileiðarar í G8 londununum og restini av heiminum’ at taka lut í ráðstevnuni, sum verður í Tuilerigraðinum millum Louvresavnið og Concordtorgið í París í dag og í morgin.



Facebookstovnarin Mark Zuckerberg er ein av teim innbodnu at røða fyri G8 londunum um internetið. Hann bjóðar Facebookbrúkarum at vera við


Kendastu nøvn, ið eru boðin við at røða um internetið, talgild rættindi og atkomuligheit fyri politikarum úr G8 londunum, eru Facebookstovnarin Mark Zuckerberg, Amazonstovnarin Jeff Bezos, Googleformaðurin Eric Schmidt og miðlakongurin Rupert Murdoch, sum eigur Fox News og Wall Street Journal og sum tíðarritið Forbes kallar “the man who owns the news”.






Rupert Murdoch, ovast, er hin elsti og umboðar elstu og skjótast svinnandi vinnuna, papírspressuna, mótvegis Eric Schmidt, sum er Googleformaður og Jeff Bezos sum stovnaði internetbókahandilin Amazon



Meðan vit her heima stríðast við snævurskygdum politikarum, sum í álvara ætla av steingja internetið, so vit eina stokkuta tíð fáa nakrar spælikrónur aftur úr teim fleirfaldaðu vit frammanundan senda til Danmarkar, mugu vit sanna at altjóða rákið er á einum øðrum støði.

Hetta er fyrsta ferðin at internetið, rættindi og tøkniligur opinleiki eru sett á altjóða politiska skrá. Samstundis er hetta ein ásannan av maktini, ið savningarstøð sum Facebook hava, og hvørja ávirkan tílík støð kunnu hava í maktpolitiskum og altjóða vinnuligum høpi.

Bloggarin Nova Spivack, sum á enskum skrivar um at deila tøkni, er boðin við. Spivack skrivar á egnum bloggi um persónligu innbjóðingina hann fekk frá Nicolas Sarkozy og um skránna fyri tiltakið, sum byrjar í dag.

G8 ráðstevnan verður hildin í franska frítíðarbýnum Deauville, sum er kendur fyri kasinospøl og eina amerikanska filmstevnu í hálva øld ella so.
Eftir stendur at frøknuti tannáringurin Mark Zuckerberg hevur miðsavnað heimsins kjak og tutl, so flestu av heimsins politisku og vinnuligu avgerðum helst taka fyrstu stetlandi stigini á Facebook. Og hvør politikari kann standa ímóti tí? Í hvussu er ikki teir í G8.
Makt at deila, makt at samskifta. Tað er ikki bara ein innantómur floskul frá Nokia. Nú er talgilda maktin á internetinum sett á politiska dagsskrá í heimsins ríkastu londum.
Spennandi!