22.5.11

Gyltu Pálmarnir í Cannes 2011




 Gyltu pálmarnir 2011 fara til filmin 'The Tree of Life' sum leikstjórin Terrence Malick gjørdi við Brad Pitt í høvuðsleiklutinum

Amerikanski filmsleikstjórin Terrence Malick fær ársins Gyltu pálmir í Cannes fyri filmin The Tree of Life. Eg vil ráða øllum at siggja brellbitan til henda poetiska film, ið fer fram í 1950'unum. Brellbitin er á YouTube. Terrence Malick er mær vitandi ikki nógv frammi. Er tiltikin innisælur og tosar ikki við pressu og møtir ikki til filmstevnur. Hann hevur júst gjørt ein film, The Burial, lidnan í einari kirkju í Oklahoma, har Ben Affleck hevur høvuðsleiklutin. Í 1989 gjørdi hann nógv umrødda krígsfilmin The Thin Red Line. Í 1980'unum vísti Filmsfelagið meistaraverkið Badlands, sum hann gjørdi í 1973. Ein sosialrealistisk Bonnie & Clyde søga á bygd í USA. Sjáldsama poetiskir smálutir í hvørjari mynd. Eitt slag av friðsøkjandi intensiteti, sum er í andsøgn við alt umhvørvi og skapar eina desperasjón, sum fer undir húðina. Kanska er hesin á sama hátt. Tað eigi eg til góðar at uppliva. So - Havnar Bio, her var aftur ein avbjóðing!


Robert De Niro er dómsnevndarformaður í Cannes í ár

Robert De Niro er formaður í dómsnevndini, sum velur og handar virðisløninar á heimsins kendastu filmsstevnu, sum eftir tólv dagar er av í Cannes. Nógv hevur verið gitt, til dømis at danski Refn skuldi fáa gyltu pálmirnar, tí hann skuldi minna so nógv um Taxi Driver og aðrar filmar hjá Scorsese, har de Niro hevur havt høvuðsleiklutirnar. Hinvegin varð hildið at júst hesin filmur hjá danska Refn var ov harðrendur fyri amerikanska marknaðin. Mangar eru gitingarnar.


Nicolas Winding Refn er besti leikstjóri í Cannes 2011. Á niðaru myndini saman við framleiðarunum Adam Siegel og Marc Platt, Mat Newman sum klipti filmin, Ryan Gosling, sum hevur høvuðsleiklutin og longst til høgru Nicolas Winding Refn sjálvur. Niðast sæst filmsplakatin, sum í november fer at hanga í Havnar Bio

Men eitt er vist og tað er at Havnar Bio fer at vísa filmin hjá danska Refn, Drive. Helst verður tað í november, samstundis sum frumsýning er sett á skrá í Danmark. Men aktuella virðislønin kann skunda undir hetta, so filmurin verður vístur fyrr. Og so var tað vanliga von Trier-hendingin umaftur. Men ikki fall hansara filmur Melancholia dómsnevndini meira fyri bróstið, enn at Kirsten Dunst fekk virðslønina fyri besta kvinnuliga leiklutin. So var søgan úti, snørd ella ikki...


Kirsten Dunst fær virðisløn í Cannes fyri leiklutin í 'Melancholia'