6.5.11

Lullabies from the Axis of Evil


Í dag fór eg í fløguhillina at finna Lullabies from The Axis of Evil. Ein útgáva frá Kirkelig Kulturverksted í 2004. Útgávan, sum legði seg í kjalarvørrin av orðum táverandi amerikanska forsetans, men byggir á gomlu hugsjónina um politiskar mótmyndir, hevur norska heitið Vuggeviser fra Ondskabens Akse.

Orsøkin til at eg fór í fløguhillina var ikki hin avrættaði Osama bin Laden, men eitt ummæli, sum Kinna Poulsen skrivar á Listablogginum í dag.

Sum formaður í stuðulsfelagnum hjá Steinprenti, Steinbrá, fall tað mær fyri bróstið at hin góðsligi grafikarin Jan Andersson í bókini Sekel hjá Mikael Wivel verður lagdur undir at stjórna føroyska listastríðnum. Listasavn Føroya, har Steinprent áður helt til, hevur fíggjað og givið út bókina, ið telur útvið 500 blaðsíður og vendir sær til danska marknaðin.

Í stóru bókini fáa vit sjáldsamt innlit í føroyska gerandisdegin. Vit fáa at vita at Kári Svensson og Bárður Jákupsson mála í hálva tíð og tá hin fyrri gevst at selja skógvar, gevst hin seinni í Listaskálanum. Men nei, listarligur friður er tó ikki, hóast Bárður gevst.

Á blaðsíðu 326 fáa vit at vita, at tað er eittans navn, ið heldur føroyska listastríðnum gangandi. Tað er Jan Anderson við einum grafiskum verkstaði, sum høvundurin ikki heldur vera petti nýskapandi, hóast hann dregur nøvn sum Per Kirkeby til sín. Orsøkin er at Børge Petersen fyrr hevur havt ein grafiskan kvøldskúlaverkstað í sama býi.

Nú er tað so, at eg kenni báðar, Børge Petersen, sála, og Jan Andersson. Børge var mín lærari øll árini eg gekk á Læraraskúla. Skattaður og elskaður av øllum. Niðanfyristandandi relieff er eitt av mongu avrikum frá hesum góðu tíðum við Børge á Læraraskúlanum. Glaseraða relieffið hongur á loftinum.


Í fjør fall mær í lut at verða formaður í stuðulsfelagnum hjá grafiska verkstaðnum Steinprenti. Steinbrá eitir felagið, sum hevur havt eitt fyrimyndarligt samstarv við Jan Andersson og Fríðu Brekku, sum leiða føroyska grafiska verkstaðin Steinprent.

Hví Mikael Wivel, løntur av Føroya Listasavni, skal leggja Jan undir at leiða eitt sonevnt føroyskt listastríð, kennist mær so av allari leið, at eg má mótmæla og geri tað á hesum staði.

Tey orð, ið verða kastaði Jan og Steinprenti fyri eru ikki bara skeiv og órættvís, men eisini illviljað. Sum formaður í Steinbrá vil eg vísa aftur hesum pástandi og átala hesi óverdugu orð.

Orðini á blaðsíðu 326 er soljóðandi: "(...) Færøernes Grafiske Værksted, en institution, der ledes af den danske litograf Jan Andersson. Den blev etableret i 1999 og var tidligere knyttet til kunstmuseet i Torshavn, men har nu fået sine egne, lyse lokaler i et pakhus på havnen. Værkstedet har siden sin start været en aktiv medspiller i det færøske kunstliv - og dét både på godt og ondt. Det har således været med til at øge interessen for den grafiske kunst på Færøerne og også arbejdet på et så højt kvalificeret niveau, at det har tiltrukket gode kunstnere udefra, eksempelvis danskerne Per Kirkeby og Erik Heide.

Men samtidig har det desværre også taget parti for en lille, magtfuld klike af færøske kunstnere som siden 2004 har isoleret sig i en form for splendid fornærmelse, uden at dette dog har hindret dem i at arbejde støt og nedbrydende på de indre linjer for at skade dem, de opfatter som deres modpart. Der har været tale om en billedstrid, som i ren uforsonlighed kun lader sig sammenligne med den man finder i visse islandske sagaer. Njals Saga, eksempelvis, hvor de gode dør og de onde ler."

Tað er av allari leið, at føroyskar mentakrónur verða brúktar at kasta einoygdar lygnir á danska marknaðin.