Skip to main content

Úr Murmansk í Bowlinghøllina


Vitaly Bubentsov úr Murmansk sýnir fram í Bowlinghøllini í dag. Á ovaru myndin motiv úr Murmansk og á niðaru myndini trý motiv úr Havn (Myndir: Birgir Kruse)

Vitaly Bubentsov (f. 1944) er teknari, grafikari, málari og eisini høvundur úr Murmansk, heilt har norðuri í Russlandi. Fyri tveimum árum síðani møtti hann føroyingum á arktiskari ráðstevnu har í býnum. Nú sama ráðstevna er í Havn, fylgdi Vitaly við. Ein av føroyngunum, hann møtti fyri tveimum árum síðani, var Anni Kyster. Eftir trimum døgum í Havn hevur Anni skipa fyri framsýning í niðara enda av matstovuni í Bowlinghøllini á Hálsi. Frálíkt og fólksliga viðkomandi. Mær dámar væl at fólk sjálvi taka stig til egnar mentapallar og -karmar. Eisini tá Ólavur í Geil Guttesen skipar fyri mentanarkjaki í Filadelfia við Landavegin. Tess fleiri pallar mentanin fær, jú breiðari verður fatanin, undirtøkan og upplivingin av list og mentan. Russiski heiðurskonsulin, Árni Dam, var eisini til staðar í Bowlinghøllini. Vit skiftu orð um eitt gamalt uppskot at gera ein føroyskt-russiskan grunn, sum á hvørjum ári fíggjar ferð og uppihald hjá einum fólki eitt stutt skeið í øðrum av støðunum, Tórshavn og Murmansk. Endamálið skal vera at gera sendingar, skriva greinar ella taka myndir á øðrum staðnum og sýna fram á hinum staðnum. Havið, risa stóra havið, er bindingarliðurin, og sigling og fiskivinna í Barentshavinum er søguliga orsøkin. Tulkurin hjá Vitaly Bubentsov arbeiðir hjá býarstjórnini í Murmansk og skuldi lata nøkur orð fella um hetta á røttum stað. Árni nikkaði og hevur alla tíðina tikið undir við hugskotinum. Livst, so spyrst.