Skip to main content

Bláa bók

Nú standa 8110 fólk í Den Blå Bog, sum í 102 ár hevur vaksið seg rættuliga tjúkka. Tá bókin varð løgd fram í dag, varð greitt, at á teim 1424 blaðsíðunum standa 205 nýggj týdningarmikil nøvn. Trý teirra eru føroyingar: Astri Luihn málari, Helgi Fossádal savnsstjóri og Tóroddur Poulsen yrkjari, myndlistamaður og tónleikari. Vit ynskja til lukku við heiðurinum.

Tilsamans hava tó nógv fleiri nøvn verið í ymsu útgávunum av Den Blå Bog. Eitt sonevnt totalregister frá 2008 telur ikki færri enn 19.874 fólk, sum eru lýst í bókunum frá 1910 til 2008.

Hanne Dal, sum er ritstjóri hjá Gads Forlag, sigur í tíðindaskrivi í dag at ”I Blå Bog optages personer, der har markeret sig med en ekstraordinær indsats på deres arbejdsfelt, og som positivt repræsenterer Danmark. Det gælder både inden og uden for landets grænser. I de kommende år vil vi helt sikkert se endnu flere optagelser af danskere med bopæl i udlandet.”

Til ber at senda meyl til forlagið, um tú kennir onkran, ið burdi komið í Den Blå Bog. Men til fyrstu útgávuna var hetta oyðiblað brúkt:


Søguskriving og samtíðarligar uppslagsbøkur eru ikki hvat tær hava verið. Og so slettis ikki eftir at heimurin vildi endurskriva seg sjálvan, tá kríggið var av og eingin vildi vera mintur sum nasistur. Hvør helt nú við hvørjum? Í 1946 snørdi forlagið meskarnar og lat bókina verða ritstjórnaða av nýggjum. Á ovaru myndini niðanfyri sæst at Gudmund Hentze (1875-1948) er strikaður, tí hann helt við nasistunum. Sama gjørdi Mikines eitt tíðarbil. Tá Janus Kamban í 2008 fylti 95, segði hann í samrøðu við Sosialin, at Gudmund Hentze var mentor hansara og eftir Janusa egna tykki metti seg alt ov høgt. Hvussu er og ikki, Janus gjørdist eitt av okkara fremstu listafólkum og Gudmund sæst hvørja Mentanarnátt í Móttøkuhúsunum hjá Tórshavnar Kommunu.