8.6.11

Dansken på Færøerne


At spæla sær við samleika hoyrir til uppvøksturin hjá okkum øllum. Hjá teim tilkomnu er eisini loyvt at spæla sær við ymsar samleikar, eitt nú hin tjóðskaparliga. Á Gomlurætt hava fólk spælt sær við einum donskum samleika, sum er málaður omanyvir hin føroyska, sum var har frammanundan. Stuttligt at onkur tímir tílíkt, sum í fyrsta lagi fær okkum at ógvast og síðan at flenna.

Hinvegin er tað eitt álvarsmál og als ikki stuttligt, tá órættaðir tilflytarar siga, at teir ikki hava eina fólkaræðisiliga umboðan í landinum, tey hava valt at liva í. Vit kunnu yppa øksl og siga at tað stendur øllum frítt, sum lúka treytirnar, at stilla upp til kommunu og løgtingsval.

Men nú vit hava Dannebrog fyri okkum í svinginum á Gomlurætt, millum Kirkjubø og Velbastað, havi eg hug at steðga á við dansk-føroyska tolsemið eina løtu.

Sjálvur kann eg ikki fara í biograf, uttan at lesa danskan undirtekst, og eg kann ikki síggja film í Føroyum, sum ikki er settur á skrá í Danmark frammanundan, og eg kann ikki opnað kringvarpið, hvørki til eygað ella oyra, uttan at danskar bindingar fylgja við, bæði í innihaldi og sniði. Í gjár hoyrdu vit til dømis íslendsk tíðindi frá Ice News, endurgivin frá heimasíðuni hjá Danmarks Radio, sum um tað var øvrigheitsvitnið yvir øllum. Hví ikki fara til kelduna?

Álvarsamari er tað tó at fáa staðfest á tingi at upphavsrættindi til alla Kirkjubíbliuna, og by the way eisini alt Føroyakortið, liggja sum handilsmál hjá fyritøkum í Danmark og vit gera einki við tað.

Og tá eg fari til handils at keypt slakt og frukt og grønt, verður svarað aftur á donskum og sama geri eg. Samskifti á donskum, sum er mítt linjufak sum lærari í kravdari undirvísing frá triðja flokki. Tað er alt í fínasta lagi, havi eg í hvussu er hildið higartil. Og fremstu kokkar á fremstu matstovum tiltala meg á donskum og eg svari aftur á gastronomiskum donskum, væl nøgdur. Tað er eisini alt í fínasta lagi, havi eg higartil hildið. Tí tað skrivar seg inn í eina gamla føroyska siðvenju at verða blíð móti donskum handilsreisandi. Ein tærra æt Lykkegreen og eg minnist enn hansara tronga bil, fyltan við handilsvøru uttan úr heimi. Hann upplýsti og akklimatiseraði okkum føroyingar. Vit fingu lyft niðasta faldin á widescreen-tjaldinum og lúrt inn í lovaða landið, har sum bara heimsborgarar búgva.

Eg haldi ikki talan er um smásinni, tá umræður dansken på Færøerne. Kanska eru tað heldur vit sjálvi, sum enn liggja skerfløt fyri donskum handilsreisandi.