Skip to main content

Ein bók og nógv fólk


Manskórið hjá Bjarna Restorff kastar langar skuggar á løriftið við tigandi høvuðsgestinum á fjølmenta framløgufundinum í Norðurlandahúsinum í dag, tá Føroysk bókmentasøga 1 varð løgd fram fyri 300 gestum.



Eftir at Malan Marnersdóttir hevði greitt frá um tilgongdina í arbeiðinum við bókmentasøguni og samstarvinum við Nám, sum gevur bókina út, varð greitt frá, hvussu bókin er skipað. “Bókmentirnar eru okkara bjargalína í lívsins bjargalendi, tær eru okkum ein lykil, ein reyður tráður at lesa okkum eftir millum fortíð og framtíð og eitt ávegis heimsatlas til tær endaleysu víddirnar í  mannasálini, vegvísari til tað ókenda,” segði Turið Sigurðardóttir.


Tina Jakobsen, lesandi á Føroyamálsdeildini, las fýra ørindi eftir prestakonuni Elsubet í Todnesi, sum yrkti um sína longu sjúkralegu. Yrkingin er prentað í Færøsk Kirketidende í 1896. Dorit Hansen, sum er ritstjóri, lurtar í gongini.


Jógvan í Lon Jacobsen hevur eisini skrivað partar í bókini, sum Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna, kallaði eitt risa bragd. Helena hevði leingi ynskt sær eina føroyska bókmentasøgu, sum vanligur borgari, sum undirvísari, sum útgávufólk og starvsfólk á Skúlabókagrunninum, sum politikkari og nú sum landsstýriskvinna í Mentamálum.


Hanus Kamban endaði við at siga, at hann kendi seg í góðum hondum, tá hann læs í teim 687 blaðsíðunum. “Hvat formalia – rættlestri og málburði – viðvíkur, væl handfarin, hon er útbúgvin við áhugaverdum og stundum óvæntaðum myndatilfari. Men fyrst og fremst er hon loyst úr lagdi av fólkum, sum umboða nærlagni, samanberandi skoðan og fakliga dyggar fyritreytir.”

At enda vórðu blómutyssi handað til teir tríggjar høvundarnar og ritstjóran, sum niðast sæst í samrøðu við Magnus Tausen, stjóra í Námi, ið gevur út fyrsta bind av trimum um føroyska bókmentasøgu.

(Myndir: Birgir Kruse)