Skip to main content

Frágreiðing um útgávuna av bókini Sekel eftir Mikael Wivel


Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasvan Føroya greiðir her frá um útgávuna av bókini Sekel eftir Mikael Wivel:

Bókina Sekel hevur rithøvundurin og listfrøðingurin, dr. phil, Mikael Wivel, skrivað. Eg taki tað fram her, tí eg haldi, at tað hevur týdning fyri innihaldið í ’Opna brævinum’.

Stýrið fyri Listasavnið heldur, at tað hevur týdning fyri føroyska list, at ein væl útbúgvin og royndur listfrøðingur hevur áhuga fyri teirri list, sum savnið skal miðla.

Tað er eisini av týdningi at stuðla slíkum tiltaki. Tað hevði ikki verið hugsingur um og ei heldur komið upp á tal, frammanundan, at sagt, hvørjar áskoðanir skulu koma fram í verki sum hesum, og hvørki savnið ella rithøvundurin kunnu ella eiga at arbeiða á tann hátt. Tað, sum ein høvundur hevur lagt navn til, stendur fyri hansara egnu rokning.

Lat meg siga beinanvegin, at eg sum formaður í stýrinum fyri Listasavnið harmist um hasar seks reglurnar á síðu 326, og ein so trongskygd lýsing er eftir mínum tykki jánkaslig og lækkar um virðið av ritverkinum sum heild. Eg harmist og haldi tað vera óheppið, at bókin er vorðin íkast í stríðið, sum í veruleikanum einki átti at havt við Listasavnið at gjørt.

Týdningarmikið er tó at gera sær greitt, at tað er rithøvundurin, sum hevur ábyrgdina av og rættindini til skrivaða tekstin í bókini, og tað er eisini rithøvundurin, sum skal góðkenna eina møguliga føroyska týðing.

Eg kann siga so mikið, at stýrið hevur enn ikki viðgjørt spurningin um eina føroyska útgávu av Sekel, men tað er einki at ivast í, at vit fara at taka hesa viðmerking tykkara til eftirtektar. Tit vilja hava stýrið at geva eitt lyfti um, at bókin ikki má týðast til føroyskt og gevast út í verandi líki.

Rættindini til tekstin í bókini hevur rithøvundin, eina og aleina. Men tað er rætt, at tað er í síðsta enda upp til Listasavn Føroya, hvat tað vil brúka sínar pengar til, og í møguligari viðgerð av føroyskari útgávu fara vit sjálvandi eisini at lurta eftir tykkara sjónarmiði, og vit takka fyri, at tit gera vart við tykkara hugsan.

Listasavn Føroya hevur givið bókina út, og fyrrverandi stjórin hevur verið ritstjóri. Hansara leiklutur í hesum sambandi hevur verið at leggja bókina til rættis, útvega myndir og figging osfr.

Stýrið fyri Listasavnið hevur hvørki í hesari útgávuni ella øðrum útgávum tey seinni árini virkað sum ritstjórn, og vit hava ikki mett tað sum okkara uppgávu at ritstýra bókum ella framsýningum. Hetta hevur Listasavnið havt ein stjóra at gera.

Tað er ymiskt, hvussu ein stjóri velur at reka eitt savn, og fráfarni stjóri legði stóra áherðslu á at dokumentera framsýningar við at geva bøkur út, stórar og smáar. Hann fekk uttanhýsis fólk at skriva bøkurnar, og hann var í flestu førum sjálvur ritstjóri.

Bókaútgávurnar hava verið eitt øki fráfarni stjórin burturav tók sær av. Yvirskipað kunnaði hann sjálvandi stýrislimirnar um, hvørji bókaverk, og hvørjar framsýningar vóru á veg, og stýrislimir kundu so koma við yvirskipaðum viðmerkingum ella hugskotum.

Hetta hevur verið arbeiðslagið, og hetta hevur verið leikluturin hjá stýrinum, og tað hevur ikki blandað seg í smálutirnar heldur ikki í sambandi við bókaútgávurnar. Útgávan av Sekel er einki undantak, og at 33 fólk halda, at henda bókin hevur slagsíðu, tað fáa vit tíverri ikki gjørt so nógv við nú.

Tit skriva, at talan er um eina ’almenna føroyska listasøgu’. Hetta er ein niðurstøða, sum tit, sum hava skrivað undir opna brævið, koma til. Bókin einsamøll er ikki tann almenna føroyska listasøgan, men sum rithøvundin sjálvur tekur til í fororðinum, so hevur hann, í hesum arbeiðinum, havt stóra gleði av øðrum verkum um føroyska list.

Kanska er júst hetta, ið tit gera vart við, eitt tekin um, at bókin ikki kann standa einsamøll , men heldur skal metast sum eitt litað kjakíkast um føroyska list – eisini hóast drúgt arbeiði hevur verið gjørt, og hóast ritið á mangan hátt annars er eitt stórverk.

Listasavn Føroya hevur nú sett ein nýggjan stjóra, listfrøðingin Nils Ohrt.

Takið hjá hjá stýrinum er, at Nils Ohrt fær teir røttu karmarnar at virka undir, soleiðis at hann fær loyst uppgávur sínar sum stjóri fyri Listasavn Føroya.

Takið hjá listafólkunum er at skapa list, at skapa list hóast ósemjur og ymiskar áskoðanir, og tað er mín vón, at øll føroysk listafólk kunnu kenna seg heima í hesum húsinum og kunnu nýta listasavnið sum stuðul og áeggjan.

8. juni 2011
Martin Næs, formaður