Skip to main content

Føroysk listasøvn á Faroe Islands Art Net



Heimasíðan hjá Gitte Louise Olsen, ið skal kunna útlendingar um føroysk listasøvn. Niðri undir ein av mongu fotomyndum hennara úr heimsins stórbýum (Mynd: Gitte Louise Olsen)

Gitte Louise Olsen, sum býr í Bruxelles, er farin undir at skráseta føroysk støð, sum sýna fram list. Gitte er ætta úr Havn, men hevur búð og arbeitt í Bruxelles síðani 1998, og síðani 2000 fyri Evropa Kommisjónina. Ætlanin um at gera eina heimasíðu, ið sigur frá um føroysk myndlistasøvn er tó hennara egna og púra uttan handilsligan áhuga. Øll kunnu vera við.

Í brævi í dag sigur Gitte soleiðis:

Við gleði verður hervið boðað frá, at nýggj heimasíða er gjørd, www.faroeislandsart.net ið hevur sum endamál at betra um upplýsing um- og atkomuleika til føroysk gallaríir, -list og -listafólk.

Henda heimasíða er ætlað sum eitt yvirlit har til ber at finna øll gallaríir í Føroyum umframt øll føroysk listafólk. Ein miðsavnan av tílíkari kunning er sera virðismikil, tí hon vil betra munandi um møguleikarnar fyri at samfelagið og áhugabólkar uttanfyri landoddarnar verða kunnað um hvar til ber at ognað sær føroyska list.
Við hesum verður tit boðin at fáa tykkara upplýsningar og myndir [um tað ynskist] við á heimasíðuna. Hetta er ókeypis og gerst við at fylla út eitt umsóknarblað og senda tað saman við útvaldu myndunum til: info@faroeislandsart.net

Tit eru vælkomin at senda hendan teldupost víðari til øll listafólk tit hava samband við.

Gitte Louise Olsen