Skip to main content

Góður fundur í Listasavninum

Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya lesur svarið frá stýrinum til tey 35, sum í opnum brævi mótmæla bókini 'Sekel' og hvussu hon hevur verið ritstjórnað (Mynd: Birgir Kruse)

Í dag vóru øll tey 35, sum hava mótmælt pørtum av innihaldinum og redaksjonella arbeiðnum í sambandi við stóru bókaútgávuna Sekel hjá Mikael Wivel boðin til fundar á Listasavni Føroya. Martin Næs, formaður í stýrinum fyri savnið, beyð vælkomin, bjóðaði kaffi og læs svarið frá einum samdum stýri. Úr stýrinum møttu umframt Martin, eisini Árni Winther og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Stýrið harmast tær orðingar, sum brúktar eru í bókini Sekel í sambandi við Jan Andersson, leiðara á Grafiska Verkstaði Føroya, Steinprenti, sum fyri tveimum árum síðani flutti úr Listaskálanum og oman á Skálatrøð, har verkstaðurin nú heldur til í søguligum hølum hjá Østrøm. Upplýst varð at undanfarni savnsstjóri er ritstjóri og at støða er ikki tikin til, hvørt bókin skal týðast og gevast út á føroyskum. Eftir trimum korterum takkað formaðurin fyri góðan og siðiligan fund og segði, at nú fer stýrið at senda svarið til høvundan og umhugsa, hvørt svarið eisini skal almannakunngerðast. Fundarfólkið var vælnøgt við fundin og takkaði fyri at nú er opið samskifti millum báðar partarnar, tey sum eru í Listaskálanum og tey, sum eru á Skipasmiðjuni. Nýggi savnsleiðarin, Nils Ohrt, var eisini á fundinum. Sjálvur umboðaði eg Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá Steinprenti. Øll nevndin í Steinbrá var til staðar á fundinum.