Skip to main content

Hálvthundrað bilar á kampingplássinum



Kampingplássið yvir við Strond er tættpakkað í kvøld (Myndir: Birgir Kruse)

Ikki færri enn hálvthundrað bilar og nakrar motorsúklur kundi eg telja á kampingplássinum í kvøld. Teir allarflestu húsvognar, men onkrir persónbilar við telti. So tættpakkað havi eg aldri sæð kampingplássið. Og tað plagar at merkja at nú er summarið komið. Í hvussu er í nakrar dagar. Tí mikudagin plaga allir húsvognarnir at vera burtur. Ár eftir ár eru teir farnir víðari fyrsta túr til Íslands við Norrønu. Tað merkir at steðgurin í Føroyum er ikki frívilligur, men tvungin transit. Kanska heldur onkur kontinentalur evropeari at hetta parkeringspláss við brúsu og vaskimaskinu er eksotiskt. Og ikki minst at sova við karga havið, uttan trø og plantur, ella nakað slag av tænastu og hugna, sum vit knýta til kampingpláss í øðrum londum. Sjálvur haldi eg tað vera eina skomm at bjóða ferðafólki hetta karga parkeringspláss í nakrar dagar.