Skip to main content

Havnarløg live úr Útvarpshøllini Mentanarnáttina 2011




Frá venjingunum í Útvarpshøllini seinrapartin í dag. Lagið var so gott at Finnur og Anna tóku ein svingom í eina sanginum. Tey trý, sum syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen, eru Anna Nygaard, James Olsen og Finnur Jensen. Eirikur Skála í Tórshavnar Stórbandi er ein av fyrireikarunum (Myndir: Birgir Kruse)

Í kvøld klokkan 21:00 verða Havnarløg framførd í beinleiðis sending úr Útvarpshøllini, har øll hava ókeypis atgongd.

Tá Havnin fylti hundrað í 2009 gjørdi Magnus Johannesen eina røð av spennandi útsetingum undir heitinum Havnarløg - føroyskar sangperlur í nýggjum búnað fyri Tórshavnar Stórband, sum telur 21 tónleikarar og tríggjar sangarar.

Løgini vóru upprunaliga framførd úti, niðast í Tórsgøtu, mentanargøtuni í Havn, sunnudagin fyri ólavsøku 2009. Tá vóru fýra sangarar, Sólvá Ford og tey trý, Finnur Jensen, Anna Nygaard Faroe og James Olsen. Í kvøld, mentanarnáttina 2011, klokkan 21 luttaka tey trý síðstu nevndu.

Havnarløgini, sum tey syngja undir leiðslu av Ólavi Olsen eru í hesi røð: Kvøld á Tinganesi, Havnin er ein lítil bygd, Mánalýsið gylt, Leygarkvøld í Havn, Mær leingist, Havnarlagið, Rasmus í Gørðum, Eitt sunnukvøld í Plantasjuni og at enda Til Havnar vit fara.

Umframt at løgini hava Havnina sum felags tema, umboða tey á hvønn sín hátt ein týðandi lut í føroyskari tónleikamentan og ein serligan fólksligan samleika.

Endamálið við verkætlanini er at geva tónleikinum nýggjan búnað, sum vekir minni og ans og eisini kann virka avbjóðandi fyri lurtaran.

Tórshavnar Stórband sá dagsins ljós í 1972, tá Brandur Øssursson festi í bólkin. Tórshavnar Stórband fekk veruliga vind í seglini mitt í 80´unum, tá Musikkskúlaskipanin varð sett á stovn. Hetta førdi við sær, at nógvir útlendingar komu at undirvísa í musikkskúlunum í Føroyum og harvið eisini blivu ein partur av orkestrinum.

Tað eru Eirikur Skála, Ólavur Olsen og Mortan Zachariasen, sum samskipa verkætlanina við Havnarløgunum hjá Tórshavnar Stórbandi. Á ólavsøku í ár koma løgini út á fløgu.