Skip to main content

Javel, harri blaðstjóri!

Tríggir, ið standa saman: Humphrey, Hacker og Bernard

Úr sjónvarpinum kenna vit bretsku skemtirøðina Yes Minister, sum BBC gjørdi í 1980 og fýra ár fram. Ikki er tað sørt at henda røð kemur mær til hugs, nú eg lesi oddagreinina í heimsins elsta føroyska miðili, Dimmalætting.

Hvønn av teim trimum høvuðsleiklutunum Dimma púra frívilliga og uttan at blúgvast klæðir seg í, kann lesarin sjálvur gera av. Men greitt er at Dimma, við fótbóltshøvdinum undir arminum, klæðir seg í ein teirra. Spurningurin er bara, hvørt tað er Bernard, Humphrey ella Hacker sjálvur. Ella ein fleirmedialur mutantur av øllum.

Í ókritisku oddagreinin verður ætlanin um at brúka minst 60 milliónir, har bróðurparturin er skattakrónur úr høvuðsstaðarkommununi, bara fyri at lyfta stadionøkið í Gundadali upp á evropeiskt støði, tí ein slíkur dystur, við ljósum, skal vera har á staðnum fyrsta dagin, lýst við vinnuframa orðum sum masterplan og megastór.

Og meðan føroyskir arkitektar vinna virðislønir í øðrum londum og høvuðsstaðarkommunan er fremst í áminningini um at greiða gøtur teirra lærdu at koma aftur til skorin klæði, ja so fer sama kommuna til Spánialands at tryggja sær serkøna Gundadalshjálp. Eg meini tað, harri blaðstjóri.

Er innlagda lýsingablaðið um Havnina, sum kemur í næstu viku, redaksjonella orsøkin? Er tað farið at leka millum penn og blekk?
Hvat við at spurt heimsins fremstu tónleikarar, sum ganga í sama túni, og eiga ikki fyri lúsasalvu og enn minni ein spælistað, hóast somu politikarar í sama túni og fyri somu skattakrónur í fleiri umførum hava lovað ein spælistað? Hvat við at hugt at teirra ynskjum og viga tey upp móti sjávinistisku fótbóltsynskjunum, sum taka útsýni frá øllum, hvar vit so eru í Havnini?
Nei, eg sigi nú bara so, harri blaðstjóri...tey 1400 kommunalu luxini í Gundadali kunnu eisini skína á onnur enn bóltin og Dimmu.