24.6.11

Kalsoy millum bjørg og hav


At vitja á bygd og koma á tal við fólkið er spennandi, ikki bara í øðrum londum, men eisini her hjá okkum. Hósdagin vóru vit í Námi á námsferð í Kalsoy. Hetta man vera mest og best dokumenteraði túrur hjá einum arbeiðsplássi. Umframt eitt gott og vakið eyga, høvdu flest øll eitt myndatól við. Summi í fikkustødd, onnur speglrefleks við veldugum linsum. Vit byrjaðu ferðina við bygdaleiðum á farstøðini í Havn, eitt korter til sjey. Longur norði, í Kollafirði, Hvalvík og við Streymin, komu fleiri við og sum frá leið vóru vit tjúgu. Bert tvey vóru burturstødd. Bussurin steðgaði í Klaksvík og vit gingu út á ferjuleguna, har Sam førdi okkum yvir á Syðradal. Í salongini var ein sjáldsamur lesikassi við gomlum bløðum, Anders And og Ude og Hjemme.


Seinast eg sigldi við Sam á hesum leiðum var 10. august 2004. Tað sigur talgilda myndatólið. Tá var eg í ferðalagi við Ian Anderson, sum er sangari og floytuspælari í Jethro Tull. Hann undraðist yvir føroyska vegakervið og frøddist um at Kalsoyggin við teim fimm tunnlunum varð kallað floytan.


Á bryggjuni í Syðradali tók Magni Garðalíð ímoti. Bryggjan er so stór og stásilig at upprunaliga bygdin uppi á bakkanum tykist forfjónað og als ikki at hoyra til hesa nýhugsaðu transit-heildina.


Bárður Østerø koyrdi okkum í bussi hjá Bygdaleiðum. Hann er eisini søgufróður bóndi og visti nógv at siga, ikki bara um seyð og lendi, men eisini um trupla kappingarførið á útoyggj, sum mong virki í oynni, hvussu góð tey so hava verið, hava noyðst at givið seg undir og harvið lukkað, tí onnur kunnu framleiða bíligari. Jú, tað er at finna rætta beinið at standa á, skal ein kunna liva á útoyggj.


Matmóðir okkara er Hannebeth Garðalíð á Húsum. Hon ger okkum morgunmat, matpakka við út á Kallin og trírættaðan døgurða, tá vit koma heimaftur. Forrætturin er suppa við tomat, kili og fersku við heimabakaðum breyði. Høvuðsrætturin er lambasteik við rómaeplum og omaná fáa vit heimagjørda rabarbudessert.


Í skúlanum á Húsum ganga átta børn. Her er dagført kort av oynni í stødd 1:20.000 og í heila tikið er skúlin væl útgjørdur. Men greitt er at tíðin er farin frá smáu bygdaskúlunum. Størri eindir er ein natúrlig avleiðing, so hvørt ferðasambandi verður betri.


Í Mikladali er Eyðun Eliasen ferðaleiðari. Hann býr á Trøllanesi, har hann er bóndi. Hann umboðar eins og hini Viljan, ið er fyritøka, sum kann bjóða ferðafólki alt hugsandi í oynni. Síðst í sjetyárunum búði eg sjálvurtriði í barnaheimi hansara, tá vit skrivaðu høvuðsuppgávu í samfelagsfaki hjá Zakarisi Wang um bygdamenning. Tað var innan tunnlarnir komu og abbi Eyðun, Magnus, var høvuðskelda okkara til hugsanir um bygdasamfelagið fyrr og nú.




Omanfyri Trøllanes tók Mikkjal Joensen ímóti og peikaði okkum á reyða portrið og brekkuna niðan frá bygdini. Higani er gott ýtsýni oman yvir Nes og líðirnar, ið henda dag vóru mest sum blágrønar, meðan sirm legði seg yvir lendið. Serliga væl sást hetta litspæli norðuri við fýrin og so eisini í Djúpadali, sum er ein av teim tólv dølunum í oynni.




- Hetta er praktikkveitin, sigur Mikkjal, lítillátin. Hon er fýra hundrað metrar long og hana gróvu pápi og eg, tá eg var í praktikk í framhaldsdeildini.


Meðan vit ganga sæst nógvur fuglur, tjaldur og kjógvi. Í eina kjógvareiðrinum, mitt á gøtuni, eru fýra egg, øll brostin fyri nev. Í hesum pisutíðum legst Dorit beint á reiðrið.



Grønt er allastaðni í oynni. Eina løtu sirmar og so skínir sólin. Tá er grønskan mest sum blá, so metta er hon. Vit síggja út á fýrin, sum Árni Jacobsen sigur. Hann hevur lagt dagin til rættis. - Slættin, gingið verður út eftir, har torv varð skorið tá eg var smádrongur, eitur á Lengjunum og gilið, ið vit koma út til, eitur Høvdagil. Tann størri høvdin eitur natúrliga Stórhøvdi og høvdin uttanfyri vitan, eitur Lítlhøvdi, sigur Árni.


Kallurin, sum vit nevna bæði høvdan og vitan, er í roynd og veru burtur, Kallurin altso. Fimm okkara tordu at ganga út í Lítlhøvda, meðan vit sóu niður á Kalsvík og drangin, Geirrøvilin, ið skapar víkina har. Útsýnið er frálíkt av Eggjunum undir Borgaranum og Gunvá peikar niðast móti Risanum og Kellingini uttanfyri Eiðiskoll. Mann er jú heimkærur!









Rói og Mikkjal standa við fýrin og farrin av ein ælaboga spælir sær í skiftandi lýsinum innan av Norðhavinum, meðan Magnus tosar í telefon og eg sjálvur vindi vátar hosur og Karina avmyndar.




Komin oman av Stórhøvda og niður í Høvdagil, fáa vit okkum ein bita við ein stein, ið onkur navngav Grækaris Grashøvd.






Úr Borgardali sóu vit upp í Borgaran, har sirmið og tokan kýnandi spældu sær upp at brøttu síðunum. - Tað ger mær ongan mun at síga, hvussu høgt tað so er, sigur  Mikkjal. - Men at fara upp á tekjuna heima, tað kann eg ikki ,uttan sjálvur at hava smíðað, sigur hann hugsunarsamur og vit skifta orð um hæddarræðslu, sum kanska er bundin at perspektivi og ongum øðrum. Setir tú teg sjálvan onkursvegna inn í perspektivið, so er vunnið á hæddarræðsluni. Her er so ein avbjóðing, sigi eg, sum ikki eri so álvuligur í hæddum.



Komin heim aftur á Nes, Trøllanes, síggja vit ein rabarbugarð, innan vit koma inn í nýggju smiðjuna hjá Mikkjali, har hann vísir fram ymisk avrik og greiðir frá um samstarvið við líknandi støð, Economusé, í Kanada.



- Skal eg loypa ella ikki, hugsar kópakonan niðri á støðni í Mikladali. Karina hugsar um Kópakonuna og um hon sjálv skal brúka vátdrakt ella turrdrakt, tá hon , Gunvá og Dorit um eitt bil fara at kasta seg á Borðoyavík at svimja.


Alt hevur ein enda. Tað hevur námsferðin í Kalsoynni eisini. Endamyndina lati eg vera hina somu, sum í byrjanini. Tað er bóndin á Trøllanesi, Jógvan Joensen, sum eftir at hava skoða út í hav eitt bil, nú hyggur upp á luftina. Jú, hann blíðkar!


(Myndir Birgir Kruse og Karina Toftegaard)