Skip to main content

KLIPP heystskráin 2011


Fyrsta filmsplakatin í Klipp í heyst, soleiðis sum hon sást í Venezia í fjør

KLIPP Filmsfelag Norðurlandahúsins hevur í morgunsendingini í Kringvarpinum kunngjørt heystskránna 2011. Atgongumerki til allar sýningar eru sett til sølu á heimasíðini hjá Norðurlandahúsinum. Skráin er henda:

BEYOND í Havnar Bio 14/9 kl 19:30
(Svinalängorna Svøríki danskan undirtekst 95 min Pernilla August 2010)


Noomi Rapace hevur høvuðsleiklutin í fyrsta spælilminum hjá PernilleaAugust, sum sæst niðast

Noomi Rapace, ið vit kenna sum Lisbeth Salander hevur høvuðsleiklutin. Svenska heitið kann týðast til Svínastallarnir og sipar til íbúðarbygnigarnar, har søgan fer fram. Hetta er fyrsta skaldsøga hjá Susonnu Alakoski, sum er fødd í Vasa í Finnlandi, men uppvaksin í svenska krimihøvuðsstaðnum Ystad, har ferjan siglir til Pólands. Skaldsøgan hevur vunnið Augustpriset í Svøríki. Filmurin er hin fyrsti, sum Pernilla August hevur leikstjórnað. Hon hevur navnið frá danska leikstjóranum Bille August, sum hon var gift við 1991-97. Pernilla er kend um allan heim úr tveimum Star Wars filmum, har hon var mamma Anakin Skywalker. Svinalängorna hevur í Svøríki vunnið fremstu virðislønina, Guldbagge, fyri leikstjórn og harumframt vunnið virðisløn sum besti filmur á árligu norðurlendsku filmsdøgunum í Lübeck í november 2010. Her er ein brellbiti á YouTube

LAPLAND ODYSSEY í Havnar Bio 5/10 kl 19:30
(Napapiirin sankarit Finnland danskan undirtekst 92 min Dome Karukoski 2010)


Plakat og myndir úr finska filminum Lapland Odysee. Niðast sæst leikstjórin Dome Karukoski á filmstevnu í Toronto

Filmurin er um Janne í Sámalandi, sum gentan Inari sendir til Rovaniemi, heilt har suðuri við Pólkringin, at keypa eina sjónvarps box. Ella rýmir hon, tá lýsir fyri degi. So bert náttin er til at taka. Hetta er ein arktiskur roadmovie av skemtiliga slagnum, sum er metsølufilmur í Finnlandi, har hann vann fýra Jussi virðislønir í februar í ár. Her er ein brellbiti á YouTube

EN FAMILIE í Havnar Bio 26/10 kl 19:30
(En familie Danmark 102 min Pernille Fischer Christensen 2010)


Myndir úr filminum En Familie og niðast leikstjórin Pernille Fischer Christensen á filmstevnu í Berlin

En familie er danskur filmurin um eitt húski, har pápin er bakari og setir dóttrina Ditte, sum hevur egið gallarí, í eina torføra støðu, tá hann gerst sjúkur. Skal hon føra bakraíið víðari, tá hann doyr, ella fara til New York eftir dreymastarvinum? Filmurin varð frumsýndur í Berlin í ár og vann høgt mettu Fipresci ummælaravirðislønina. Leiklutin sum ráðandi pápin og aldrandi bakarin, Rikard Rheinwald, hevur Jesper Christensen. Pernille Fischer Christensen er leikstjóri. Fyrsti filmur hennar var En Soap (2006). Her er ein brellbiti á YouTube

MASKEBLOMSTFAMILIEN í Havnar Bio 16/11 kl 19:30
(Noreg norsk tala uttan undirtekst 90 min Noreg Petter Næss 2010)


Filmsplakat og myndir úr filminum Maskeblomstfamilien. Niðast leikstjórin Petter Næss

Filmurin byggir á samnevndu skaldsøguna um eitt húskið fyrst í 1950’unum hjá Lars Saabye Christensen, sum Petter Næss hevur gjørt til film. Leikstjóran kenna vit serliga frá filminum um Elling. Maria Bonnevie hevur leiklutin sum móðurin. Í vár sóu vit hana í sterka norska filminum Engelen. Maskeblomstfamilien, sum kemur beint úr Noregi, vann áskoðaravirðislønina á filmstevnuni CPHPIX 2011 í Keypmannahvan í ár og er tí uttan danskan undirtekst. Enjoy! Her ein brellbiti á YouTube

VOLCANO í Havnar Bio 7/12 kl 19:30 
(Eldfjall Ísland enskan undirtekst 95 min Rúnar Rúnarsson 2011)


Filmsplakat og myndir úr filminum Eldfjall. Niðast sæst ungi leikstjórin Rúnar Rúnarsson á filmstevnu í Cannes í ár

Filmurin Eldfjall er um 67 ára gamla Hannes, ið er komin til eftirlønaraldur. Hann er skúlatænari, karlamaður, á gamla skúlanum. Verkamaðurin Hannes skal nú byrja eitt nýtt æviskeið. Ungi leikstjórin Rúnar Rúnarsson er nýútbúgvin á danska Filmskúlanum (2009) og hetta er fyrsti filmur hansara í fullari longd. Filmurin varð frumsýnudur í Cannes í ár og fekk a standing ovation við lógvabrestum. Ummælarin í Variety samanber Rúnar við bretsku Mike Leigh og Ken Loach. ZigZag er íslendska framleiðslufelagið, sum hevur gjørt filmin í samstarvi við Fine & Mellow í Danmark. Eldjall er tikin í Íslandi á heysti í fjør. Her er en brellbiti á YouTube

Broytingar í skránni kunnu koma fyri