Skip to main content

Vit lata regnið syngja



Fran Healey, ovast, er yrkjarin og forsangarin í Travis
Hvat er ein góður poppsangur? Ilt er at siga, men Fran Healey hevur nógv góð boð. Vit kunnu fara aftur til fyrndina, tá fonografurin hjá Edison var nýggjur, og grammofonplátan sum frá leið bleiv til og defineraði ein poppsang sum eina døgnflugu, ið varir tríggjar minuttir. Men so komu Jimmie Rodgers, Hank Williams og øll rullan, fram til Bob Dylan, Paul Simon og Bruce Springsteen og okkara egnu Ulf Lundell, Bubbi Morthens og kári p, sum skilmarkaðu eina nýggja listagrein - poppsangin. Hann melur enn og savnir hvørki dust ella mosa. Tað syrgja fólk sum Fran Healey fyri. Við honum fara vit at lata regnið, innara og ytra, syngja yvir okkum á Gøtusandi, eins og tá Love Shop heita á himinin um at bresta og koma yvir okkum. Enjoy!