Skip to main content

Was a sunny day




Berfóttur á terrassuni við Paul Simon og nýsælendskum hvítvíni (Myndir: Birgir Kruse)

Not a cloud was in the sky, syngur Paul Simon. Og eg fór at leita eftir plátuni. Ja, vinyl plátuni. Og fann hana í stovuni. Fór at fundera yvir, hvat er ein góð pláta. Henda er frá 1973 og sær enn út sum fyrsta dagin, hóast nógvar nálir hava grivið í henni. Fór at lesa í The Rolling Stone Record Guide (1979) og jú, tey eru samd. Hetta er ein klassikari við fullum stigatali.

Umframt sólsangin í yvirskriftini, so er sálmurin yvir øllum, American Tune, eisini her. Hann syngja vit á páskum hjá Jón, tá vit hava gingið túr. Hann prikar hol á okkurt, hasin poppsálmurin American Tune. Ikki meir um tað á hesum sinni.

Tá mann fer at leita í sínum egna plátusavni, kann ein fara at ivast í, hvat tónleikur er fyri nakað. Er tónleikur ikki bara tann resonansur, ið kemur burturúr, tá tú hoyrir okkurt, skipað ella óskipað, ein ávísan dag? Eru vit, tá saman um kemur, bara skrokkar, ið lofta tí resonansi, tí afturljóði, sum meistarin elvdi, tá hann streyk? Er tað so einfalt?

Henda LP plátan There Goes Rhymin' Simon er í dag hin besta. Tað var hon eisini í 1973. Men ikki alla tíðina. So slettis ikki. Orsøkin er sofistikeraði teksturin og so løgini, sum svinga millum blues og gospel, svart og hvítt. 'Was recorded with the Dixie Hummingbirds, which makes it as close to real gospel as a Jewish kid from Queens is ever likely to come' skrivar Rolling Stone Record Guide.

Dixie Hummingbirds hava sungið í Gøtu. Í ár verða tað forrestin Blind Boys of Alabama. Gøta er nakað serligt, men hvør er tín besta LP í dag?