Skip to main content

Breaking News eru Beint NÚ!





Tað ger mun at blanda seg í kjakinum 'Føroysk rættstaving'

Ovasta myndin skapti søgu í dag. Ikki bara føroyska ítróttarsøgu, men eisini málsliga fjølmiðlasøgu. Eftir at Erlendur Simonsen 13. juli í kjakinum Føroysk Rættstaving á Facebook reisti spurningin um, hví føroyskir miðlar brúktu ensku orðingina Breaking News, heldur enn eina føroyska vending, so sum Stór Tíðindi.

Fleiri viðmerktu, eisini journalistar, og uppskotini trutu ikki.
Helt, eg skuldi klippa vendingina Breaking News út, meðan hon enn var í brúki og so sita undir hvørjum stubba á Portalinum, Dimmu og Kringvarpinum, at vita um ikki onkur av hesum føroysku miðlum tók okkurt uppskot úr kjakinum til sín.

Í dag eydnaðist. Fyrsti føroyski miðil at brúka eina føroyska vending fyri hina ensku Breaking News, var Portalurin, sum í frásøgn um fótbóltsdystin millum HB og Malmö FF brúkar vendingina Beint nú.
Til lukku Portalurin. Tað ber til at brúka føroysk heiti í føroyskari skriving. Eitt-null til føroyskt!