5.7.11

Er SuperHeavy okkara nýggi superbólkur?





SuperHeavy, A. R. Rahman, Damian Marley og Joss Stone (Myndir: Frank W. Ockenfels)

Í øllum handils- og undirhaldsmeldrinum er torførari og torførari at markera seg. Øll hava nógv uppá hjartað, summi meir enn onnur. Tað, sum fyrr var super er nú super heavy. Javnan síggja vit heimlig dømi um hetta sama í postkassanum og teim vónleysu avísunum, ið eru lítið annað enn akfør hjá handilsvinnuni, commercial vehicles. Í hinum endanum er brúkarin tó so mikið selektivur, at hann loypir um vanliga søluliðið og tekur sjálvur niður tað undirhald, hann ella hon hevur fyri neyðini, beint nú ella tá tørvurin er har. Eitt undarligt slag av inflasjón er komið í allan handilsskap, marknaðarføring og tær vørur, sum eru á undirhaldsmarknaðinum. Alt meir verður latið upp til sperda brúkaran at taka dagar ímillum, beint í stovuni, tí vit øll eru íbundin internetið, har heimsins stóru handlar eru og bjóða okkum one click order. Hóast nýggjur handil er latin upp Hjá Okkum, beint um hornið, har eg búgvi, so liggur leiðin sjáldan inn hagar. Expert hevur leingi sagt Vit vita og nýggja bryggjaríið Okkara signalerar við einum gomlum navni eitt nýtt rák, ið fremst av øllum vil bjóða brúkaranum eina persónliga vøru, ja nærum eina uppiborna gávu, sum er okkara egna, mitt í øllum hesum ópersónliga meldri av fjarum og ullintum marknaðarátøkum. Og prikkurin yvir i'ið varð settur um dagarnar, tá brúkaraumboðið lat virðisløn fyri ein brúkaratátt, sum ikki er til. Ongastaðni stendur brúkarin so veikur, sum í Føroyum. So fremmandagerðin grípur um seg. Tá er hugvekjandi, afturvið gamalmarxistiskum tesum hjá Wolfgang Fritz Haug um vøruestetikk, at síggja ein gamlan kendan rokkara leita aftur til røturnar, ikki bara egnar, men eisini røtur hjá øðrum. Persónligt og ektað. Tykist  mær í hvussu er. Eg eri bæði keyptur og seldur, tá Frank W. Ockenfels í dag sendir mær myndir av SuperHeavy. Eri eg blivin naivur? Vit lata supermyndirnar standa og viga eina løtu...