15.7.11

Har Töting og Ocean mötast




Sterk vørumerki í regni (Myndir: Birgir Kruse)

So er klárt at fara á G! Festival á fyrsta sinni. Ørindini eru fyrst og fremst at síggja og hoyra Blind Boys of Alabama í heimligum karmi, har himmal og hav møtast, undir vegginum hjá Vamberg í Syðrugøtu og Ø verður til Ö. Í morgunregninum á terassuni í Tórsbyrgi varnaðist eg samanfallið millum hesi hugvekjandi sterku vørðumerki, brands. Fyrst og fremst gamla troyggjan, eg fekk frá Hallberu í Töting fyri meir enn tíggju árum síðani og nústani taki fram aftur. Hon er sum fyrsta dagin, troyggjan. Og so í grøna Ocean regnjakkan og at enda Viking gummistivlarnar. Saman við reyða G! merkinum eru hetta vørumerki, ið á ein sjáldsaman hátt stuðla so væl upp undir hvørt annað. Í hvussu er til hetta høvið og ikki minst tá spik, turr grind og turrur fiskur verða løgd afturvið klæðsekkinum. Nú kunnu Travis syngja so galið teir vilja um regn. Lat tað bara koma og bresta yvir okkum, regn og alt. Góðan festival øll somul!