7.7.11

Livandi list um Marius Olsen


Bókaframløga og -signering í Rit og Ráki 2008 (Mynd: Birgir Kruse)

Inger Smærup Sørensen skrivar soleiðis í bókini Livandi list (2008) um Marius Olsen, sum fríggjadagin 8. juli 2011 sýnir fram í Steinprenti á Skálatrøð í Havn:

'Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið. Slíkt listafólk er Marius Olsen. Eg hava ongantíð enn sæð eina vánaliga og heldur onga keðiliga mynd frá hansara hond. Tí ber tíbetur til at viðgera onnur spennandi evni enn fyribrigdið listarliga flogvitið í sambandi við hansara list.

Tey raffineraðu verkini hjá Mariusi Olsen eru sera virðingarverd at skriva um, júst tí tey eru so ótrúliga raffinerað og fín. Tað er so skjótt at ljóða sum ein bóndaflókur í mun til tað ótrúliga fína og snøgga myndamálið í verkunum. Ikki eitt ilt orð um bóndaflókar, men sum vit kenna bóndaflókar, hoyrast teir sera sjáldan siga slík fín orð sum postmodernað, men tað ætli eg mær at gera nú.

Eg meti verkini hjá Mariusi Olsen at vera samansettar, postmodernaðar tulkingar av okkara veruleika. Marius Olsen hevur brotið niður ta stóru, samanhangandi søguna um tað føroyska landslagið, sum vit kenna frá føroyskari myndlist, og hevur í staðin skapað eina røð av smáum, sjálvstøðugum søgum. Hann hevur brotið niður vanligar hugsanir um listina og veruleikan og ístaðin víst okkum, at talan er um relativ fyribrigdi, sum síggja ymisk út alt eftir eygunum, ið síggja. Vit kunnu siga, at hann hevur flutt føroyska myndlist frá at hava ein brennidepil, nevniliga føroyska landslagið og sambandið hjá føroyingum við náttúruna, til at hava fleiri deplar ella til at verða hyperkomplekst, um vit skulu siga tað á postmodernistiskum máli.

Marius Olsen skapar myndir í myndini við ymsum skapum av vindeygum, kagholum, rammum ella tómrúmum í sínum verkum. Talan er sostatt ikki um eina mynd, men um fleiri myndir. Eins og talan ikki er um at síggja veruleikan á ein hátt, men um fleiri. Haraftrat ber ikki til at síggja myndina á einans ein hátt, men tað eru eins nógvar hættir at lesa myndina, sum vit eru áskoðarar.



(Grafiskt prent: Marius Olsen)


At hyggja at einum verki hjá Mariusi Olsen er tí ikki treytað av at síggja veruleikan við hansara eygum ella við hansara linsum. Tað er at síggja veruleikan við sínum egnu eygum. At síggja veruleikan so uppbýttan, syndraðan, fjølbroyttan, sum ein hópsamansettan hurlivasa, sum heimurin er, og so royna at finna sín egna hátt at halda øllum hesum saman. So heimurin ikki sindrast.

Marius Olsen leggur herðing á tað hópsamansetta við at seta nýggj fyribrigdi inn í kend umhvørvi, t.d. ein strikukoda í eitt landslag ella okkurt, ið líkist eini filmsrullu uppiyvir einum gentuandliti. Hann leggur dent á tað hópsamansetta, tá hann onkuntíð letur myndevnið fara út um tað, ið hann annars hevur borið framundir var kanturin á myndini. T.d. fer ein albogi í eini kvinnumynd frá 1999 niður í ta hvítu rammuna, sum er um myndina, og ger okkum óviss, um kvinnan í myndini ætlar sær út til okkara, um vit eru á veg inn til hennara, um listin og veruleikin hanga saman, ella um veruleikin er eins íspunnin, eins ímyndaður sum listin.'