6.7.11

Marius Olsen í Steinprenti


Marius Olsen á Ovastevnu 2006 (Mynd: Birgir Kruse)

Í sambandi við framsýning hjá Mariusi Olsen 8. juli - 13. august 2011 í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, skrivar Kinna Poulsen soleiðis:

Skuldi nakar verið í iva, prógva nýggjastu verkini tað enn einaferð, at Marius Olsen er ein grafiskur meistari. Verkini verða at síggja á serframsýning, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin klokkan fýra og listamaðurin, sum býr í Finnlandi, verður til staðar á ferniseringini. Sum áskoðari gerst tú bilsin av hvussu sterkar og samstundis neyvar og kenslubornar, hesar myndirnar eru.


Kenda myndin ”Flaggstong”, sum Marius Olsen skapaði í 1994 og sum fyri langari tíð síðani hevur innskrivað seg sum klassikari í føroyskari listasøgu, hevur nú fingið ein eftirfylgjara, sum á sama fínliga og skemtiliga hátt leggur upp til, at áskoðarin sjálvur verður aktiveraður.

Í nýggju myndini síggja vit sama landslagsmyndevni, sum Marius hevur brúkt áður í alskyns litríkum versiónum og í summum teirra er hetta stiliseraða frumlandslagið prýtt av einum ælaboga. Í nýggja høvuðsverkinum er ælabogin litleysur, men niðri undir landslagnum eru litirnir gult, reytt, blátt og svart listaðir upp eins og á einum litkorti og her býðst høvi hjá áskoðaranum í huganum at fylla tómu teigarnar í ælaboganum við liti.

Nýggja myndin er gjørd í Steinprenti nú í vár/summar. Við einum sonnum ríkidømi av grátónum er myndin fyrst og fremst ómetaliga vøkur, men harumframt er hon merkt av tí nevnda, argandi spælinum við áskoðaran, sum leggur eitt greinandi metalag aftrat upplivingini við at minna okkum á, at øll fatan ella reseptión er eitt slag av konstruktión. Eitt sindur av skemti og spei hómast eisini í lyndinum til at seta eitt óvæntað fremmandevni inn í myndina, t.d. tá ein strikukota ella farvukota sveimar í forgrundini á eini landslagslýsing.


Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, fevnir um góðar 30 myndir. Fleiri teirra fevna yvir tað fínliga og analytiska yvir í tað meira ekspressiva, men allatíðina er góðskan eins framúrskarandi og tøkniligi førleikin er eyðsýndur.

Tó at myndirnar myndevnisliga eru so mikið einfaldar sum tær eru, eru tær huglagstungar og løddar av spenningi á ein hátt, ið minnir eitt sindur um kvirru myndirnar hjá danska málaranum Vilhelm Hammershøi og um mystisku symbolistisku landsløgini hjá norska Edvardi Munch og finska Akselli Gallen-Kallela ella óavgreidda tómleikan hjá okkara egna Steffani Danielsen.



Jú, hesar myndirnar hava heilt avgjørt ein norðurlendskan tóna, men stílurin er fullkomiliga originalur. Hetta kann ikki vera nakar annar enn Marius Olsen, ið gevur okkum sínar einføldu, men sterku náttúruvisiónir.

Framsýningin í Steinprenti á Skálatrøð í Havn verður hangandi inntil 13. august og er stuðlað av Okkara.

(Grafisk prent: Marius Olsen)