20.7.11

Matthew Workman á vitjan


Matthew við kortinum yvir Oregon (Mynd: Birgir Kruse)

Í dag kom Matthew Workman á vitjan. Hann er sjónvarpsjournalistur úr Medford í Oregon og er maðurin handan The Faroe Island Podcast, sum útvarpið hevur sent brot úr mikumorgnar í summar. Hann kom í síðstu viku og fer avstað aftur sunnudagin. Fáur man sum Matthew hava gjørt eitt so hugvekjandi arbeiði fyri Føroyar og um føroyingar. Tí er tað serliga stuttligt at fáa heiðurin at borðreiða fyri honum eina løtu.


Matthew til borðs í Tórsbyrgi (Mynd. Birgir Kruse)

Í stovuni varnaðist Matthew gamla myndatólið, pápi mín keypti í Kanada fyrst í sektsiárinum, eitt Kodak Brownie, sum er gjørt í føðibýi hansara, Rochester, ið er heimstaður fyri filmar av Eastmancolor slagnum, eisini Tro, Håb og Trolddom, hvørs plakat hongur á loftinum. Sjálvdan er langt millum fólk.


Mathew við Brownie Kodak myndatólinum í stovuni (Mynd: Birgir Kruse)

Sum sjónvarpsjournalistur hevur Matthew nógvar royndir og eina greiða meining um Paul Watson og hansara góða stríð fyri grindahvali. - Tað er ikki djóravælferð, Watson er áhugaður í, sigur Matthew. Tað er at fáa tykkum í Føroyum at vera the bad guys í eini sjónvarpsrøð, har hann er høvuðspersónur. Tað besta tit kunnu gera, er at fáa hansara upptøkur so keðiligar, boring, at tær ganga í seg sjálvar og einki spyrst burturúr. Hinvegin, tað ringasta tit kunnu gera, er at forera honum góðar myndamøguleikar, so sum grindadráp, handtøkur og óðar føroyingar, sum hava nevan á lofti, so Watson veruliga fær myndalig prógv og grundgeving fyri at siga umheiminum at føroyingar eru ein hóttan. Yppa øll øksl og einki hendir, ja so eru ongar myndir at byggja eina fíggindamynd av tykkum á, sigur Matthew í køkinum við Nólsoynni í baksýni. Helst er tað so. Og kanska skulu vit ikki ynskja okkum grind í ár.