21.7.11

Myndir lúgva meir enn túsund orð


Tríggir lítlir grindamenn munda sær í Sandágerði: - Skulu vit, ella skulu vit ikki? (Mynd: Birgir Kruse)

Tók hesa myndina í Sandágerði fyri fýra árum síðani. Mest tí at eg royndi eitt myndatól, eg júst hevði fingið í føðingardagsgávu. Royndi ymsar vinklar, ljós, fokus og frástøðu. Og so stóðu teir har, beint frammanfyri mær, tríggir lítlingar, ein í húgvu, sum eygleiddu grindina, ið kom uttan av havi undan dukandi bátum og rópandi monnum, rendu seg í skúmandi drepning, og so havið, Havið Reyða, og svørtu kropparnir, sum nú lógu klovnir, meðan aldurnar spæla á sandi og guva, droyrreyðar. Hin djarvi vaðar útí, meðan hinir halda seg aftanfyri. Annar gerst bangin og tekur í hondina á hinum. Ein sigandi mynd, nú vit møta heimspressuni og skulu svara fyri okkum, hví vit drepa grind.