16.7.11

Og regnið sang yvir Gøtubygd




Teir eru ikki so at basa í Gøtu (Myndir: Birgir Kruse)

Fríggjakvøldið gekk leiðin inn til Gøtu at fáa vikuskiftispassið umbýtt við festivalarmband við gomlu Sildamjølsfabrikkina í Syðrugøtu. Tað regnaði av grimd og veðurforsøgnin var longu ein greið ábending um, hvønn sangin Travis fóru at enda við. Og so bleiv. Vit parkeraðu í túninum hjá Jakku hjá Hansi í Gøtugjógv, har Árant bjóðaði vælkomin, og so fingu Jógvan og Torkil tjaldpláss omanfyri Syðrugøtu, við landsvegin, har grótbrotið er. Hesin teinur, frá Bartalstovu, framvið Grótbrotinum og niðan á Gøtueiði, plagdi at vera besti teinur at savna fløskur. Tá vóru bilarnir rullandi vertshús og alt varð blakað út av vindeyganum, Dortmundarar og Giraffar. Í dag eru tað telt, fest við pløkkum, ið eru vertshúsini, meðan likkurnar av Gøtuvík minna okkum á at taka upp eftir okkum. Fyrr plagdu vit at taka skurapisur uppi á Gráubrúgv, sum fjalir seg í tokuni uppa á Eggini omanfyri Gøtugjógv.





Vælkomin í Gøtugjógv, Syðrugøtu og á Gøtueiði (Myndir: Birgir Kruse)

Við inngongdina, heimanfyri Turkihúsið, í túninum hjá Vagn fotografinum, har bygdavegurin skilir seg í tvey, har møttu vit Marnu og Tinu og teimum og Peturi Pólson, sum júst var komin av pallinum niðri á Sandinum. G! Festivalurin er ein vælskipaður familjufestivalur, bara veðrið loyvir tí. Tað gjørdi tað ikki í dag, veðrið, sum má sær sjálvum ráða. Men búðirnar vóru allar opnar.




Fólk á G! Festivali í Syðrugøta fríggjadagin (Myndir: Birgir Kruse)

Niðri á sandinum var sauna og fleiri nýttu høvi at svala sær í sjónum, meðan Norðlýsið og aðrir bátar liggja og mýla á vágni. Hóast høvuðsnavnið fríggjakvøldið, Travis úr Glasgow, byrjaði við einum lovandi Pete Townshend gittarlopið, var fyrsti partur tamur og varisligur. Í regninum tyktist støðan eina góða løtu heldur enn ikki vatndeyv og vónleys. Men Fran Healey, dett ediliga skinn, vant úr hvørjari spjørr, so orkan streymaði  av pallinum og sang seg oman yvir fólkið. Væl motiverað hitt, hvørt eftir annað. Tá Closer kom, heitti hann á øll um at senda sms til foreldrini. Og fólku tóku so væl undir við sanginum, at hann var púra paff og segði tað beint í mikrofonina. - You are so fucking cool. Teir framførdu ein sang, sum eingin konsertgangari hevði hoyrt og meðan gittarleikarin kleiv upp í rigningin, sungu fólk av hjartans kraft. - Hóast tit eru ein lítil festivalur, syngja tit líka hart sum alt Glastonbury, segði mildi forsangarin og eftirlýsti svimjibuksir, tí her vildi hann leypa úti. Fólkið hugnaði sær heilt til endan. Ein útrúlig løta, sum vann á øllum nátturkreftum, uttan døggutum brillum!







Tey lurta eftir høvuðsnavninum Travis (Myndir: Birgir Kruse)

Eftir vátu løtuna á sandinum var annarleiðis tætt, turt og heitt inni í hoyggjhúsinum oman móti bakkanum við Húsgarð. Her var barndance sum á bygd í Tennessee, har The Mafia Jug Band spældi bluegrass og gamaldags hillbilly tónleik, ja hestajazz kundi ein sagt. Umframt framúr, hvør á sínum instrumenti, vóru teir eisini frálíkir sangarar við høgum, tøttum harmonium, sum bluegrass ásetur. Og jú, teir kendu Kathy Chiavola, ið har ber navnið The Voice, og sang a hesum leiðum fyri tíggju árum síðani.   




Tennessee Mafia Jug Band í hoyggjhúsinum (Myndir: Birgir Kruse)

Morgunin eftir er friðarligt, men vátt, næstan áarføri. Vanlig summartelt nytta lítið. Her skal slow camp tøkni brúkast. Veðurfastar presendingar úr byggivinnuni, helst í tveimum løgum. Tá er lagamanni at liggja í telti við regnvátu Gøtuvík. Norska veðurtænastan Yr, sum mátar úr Norðagøtu sigur, at út á dagin verður turt og stilli. Út á kvøldið verða nakrir dropar, men tað skuldi ikki bilað hjá teim blindu úr Alabama at fara á pallin á Gøtusandi. Hóast undarlig og against all odds, gleði eg meg serstakliga til hesa løtu í kvøld, sum - hepnast hon væl - verður hin størsta. Eingin ivi um tað. Plug and pray - and enjoy!


Tjaldingarleðan á G! Festivalinum morgunin eftir (Myndir: Birgir Kruse)