Skip to main content

Ristaðar lippur í miðbýnum


Ristaðar og snerktar lippur á Áarvegnum á middegi, meðan tey sláa gras á tekjuni á Áarstovu (Myndir: Birgir Kruse)

Í miðbýnum um middagsleitið eru nógv tilboð um ein góðan bita, burtur frá arbeiðsplássinum eina lítla løtu. Besta stað mær javnan dámar er Kafé Natúr, har tey í mong ár hava gjørt gott salat og góða samloku við høsnarunga, karry og bacon. Men í dag var tað Etika, eitt steinkast longur uppi, ið freistaði meir. Eitt snøgt og friðarligt stað við ristaðum lippum og køldum vatni. Ein frálík smakksterk og avmáld máltíð, sum lá væl á, meðan grasið á Áarstovu varð sligið, so tað feyk um oyruni og sang eftirí. Tað dámdi nøkrum ferðafólkum av Marina at síggja, meðan onnur í ferðalagnum ikki toldu angan av nýslignum grasi. Við snerktum lippum skundaðu tey sær framvið meðan tey hildu fyri næsarnar. Nærkontakt við náttúruna er ikki altíð góð, hildu tey fremmandu, sum gingu eftir í Havn, meðan ferðafelagarnir vórðu settir á útgangandi expressrutuna norðureftir, innan skipið fór avstað. Umframt Marina koma 40 skip á Havnina í summar. Ferðafólkini eru 1170 og manningin telur 750.