Skip to main content

Send in the Clowns


Andy Goldswhorty hevur gjørt spennandi listaverk úr beinagrind av grindahvali í Skotlandi. Verkið sæst í kjallaranum í skotska tjóðarsavninum Museum of Scotland, sum lat upp í Edinburgh í 1998

Eg meini tað. Ein burturblakaður skøltur úr gjónni við Skæling er nú prógv fyri heiminum at vit hava týningarlegur fyri heimsins besta, klókasta, fittasta og fremsta dýr, hvalin. Eg spyrji meg sjálvan, hví Christian Bernhard valdi svínið at taka hjartað úr og geva einum menniskja. Hví gera vit ikki hjartatransplantasjónir úr hvali, sum er so elskuligur og umboðar alt skapanarverkið, fram um svín, neyt, hønur og annað átuligt? Mundi tað gingið Kentucky Fried Chicken ov nær? Nei, eg bara spyrji.

Frammanundan eru vit eyðmerkt sum hópdrápsmenn í ætt við Ted Bundy og Charles Manson. Tað kunnger heimasíðan hjá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd.

Hvalaskøltin fann Peter Hammerstedt, stýrimaður, sum er avmyndaður niðanfyri, og blóðigu ílegugranskingini stóð fulltikni skiparin Lucky MacLean fyri.


Vit hava sóknast eftir vitan, nú er hon her, heimsins intellegensia. Og virkisfør er hon eisini, skarpa intelegensian, ið hevur valt sær smáu Føroyar sum baktjald.

Gott, at Sea Shepherd á so djúpum vatni kundi filma og dokumentera skøltin, nú eingin annar var til staðar. Eisini gott fyri okkara tjóð, sum gongur so høgt uppí ættargransking, at hin lærdi MacLean á tríkilju hevur navigerað okkum gjøgnum vandsjógv og greitt okkum ættarbondini til annað enn bara seyðatjóðar, nei, nei, tú, vit eru amerikanskar hópdrápsmenn. Eg visti tað altíð. Tað er har, mín tráan til heimlandið liggur. Hannibal Lecter, beware!

Higartil havi eg hildið at Discovery hevur havt eina góða søk, tá tey við einum álitisvekjandi kvinnuligum framleiðara og hópin av góðum fotografum komu higar at greiða og bera fram okkara søgu, mótvegis søguni hjá Sea Shepherd, sum er kjarnin í realitysøguni. Eftir at hava sæð alt hetta leiklistarliga kjarnulið, eygleitt tey og lisið, hvat tey boða út til allan heimin, má eg siga at eg havi broytt meining og at Discovery hevur eitt forklárinsgproblem.

Latið sum einki, verða tit spurd av hesum fólkum. Tað er sum í sanginum hjá Steintóri um lívið: Handritið er skrivað. Men latið okkum taka næstu reglu sum punchline: Men framførslan hon varð øðrvísi enn tey innbodnu høvdu hugsað sær.

Poppsøgan eigur nógvar góðar perlur av hesum slagi. Sangurin um Josefinu hjá Benny Borg er ein. Og aftur er ein annar sangur, vit kunnu trivið í, skuldu vit hildið, at øll vón er uppi. Tað er at senda klovnin á pall. So, sum Sondheim gjørdi í sanginum Send in the Clowns. Tá einki argument er eftir, latið okkum so bara grína – at klovninum, honum í handritinum hjá Paul Watson. Send in the Clowns. Send in hammering Hammerstedt. Latið okkum vóna at hetta er seinasti kapittul hjá Watson, nú hann sendi klovnin í gjónna.




Pól Jespersen tók myndina av stýrimanninum Peter Hammerstedt umborð á Brigitte Bardot við Bacalao í Havn