Skip to main content

Triersk TarkovskijTerapi ella ein søga um at fáa ein stein í skógvin


Hóskvøldið var eg til nakað so sjáldsamt sum eina almenna føroyska frumsýning av einum nýggjum von Trier filmi, Melancholia, í Havnar Bio. Ein aktuellur filmur, sum siterar og nápar úr allari stórari filmssøgu, sum bara Lars von Trier kann gera tað.

Men fyrst var at hitta fólk í foyérini. Soleiðis kalla tey tað, í foyérini. Uppi í Sjónleikarhúsini eru tey eitt vet fínari, enn tey niðri í Havnar Bio. Haruppi siga tey í teaturfoyérini.
Longu við diskin leggur operatørurin, Hanus á Krákusteini, fyri við at hugleiða um tey, sum oftast ganga í biograf. Tað eru so ikki vit, letur hann okkum fáu, kanska 25, vita. Kjarnin í virkseminum hjá biografinum eru tannáringar, 3D og Hollywood. - Tað er bara tá tit mentaðu úr Norðurlandahúsinum koma og sýna undarligar filmar, sum mann far sjóverk av, at útselt er.

Jú, hann veit, bersøgni Hanus. Alt síðani Filmsfelagið sá dagsins ljós í 1984 hevur hann sýnt film í øllum hølum í høvuðsstaðnum, Havnar Bio, Sjónleikarhúsinum, Norðurlandahúsinum og í Veitsluhøllini á Landsjúkrahúsinum. Nú er bara Havnar Bio eftir. Og so illa vil til, at tá hesin kræsni men trúfasti bólkur av tilkomnum fólki savnast um ein frágera film, so heldur dagligi brúkarabólkurin seg burtur. Men ólukkutíð, flestu av teim kræsnu vita ikki um almennu sýningirnar hjá biografinum. Tað nærkast eini lose-lose støðu longu innan sýningina. Og ringasta er, at eg veit, hvat Havnar Bio fer at siga, næstu ferð vit tosa um kvalitetsfilmi í Havn: Vit royndu og eingin kom. 

Men aftur til filmin. Hann byrjar sum ein risastórur musikkvideo úr MTV, bara við klassiskum tónleiki afturvið. Minnir ikki sørt um rúmdarferðina hjá Stanely Kubrick við sveimandi planetum. Stórbart. Og so verður drigið fyri og hugt niður á jørðina, har brúðarparið koyrir í longdum limusini, sum hin í Hósvík. Illa gongst hjá stóru tøknini at koma fram í trongu náttúruni. Bil- ella rættari leikstjórin hevur sett seg í stóra akfarið og hevur valt trongasta vegin í skógini, sum longu nú angar av Tarkovskij. Hetta er ikki sørt sjálvspeiandi, at síggja von Trier føra seg fram á ein klossutan hátt. Stuttligt og festligt. Mest sum ov festligt, tú nú eru vit mitt í filminum Festen við umbýttum talum, ella leiklutum, í eini borgarligari tjaldmynd, sum er uttan sál, meðan gongustjørnan nærkast og brátt skal oyða alt. Vit fara inn í ljósu Justine (Kirsten Dunst), sum er fyrri partur. Hon er brúðurin, sum smokkar og dregur alla náttúruna eftir sær á váta golfvøllinum, men longu sama kvøld fer frá borgarliga brúðgóminum.

Satt at siga er hon so keðilig at hon gerst gerandislig og tú mást hefta teg við andlitsbrá hennara at tryggja tær, at hetta veruliga er høvuðsleikarin og hin sama gjøgnum allan partin. Seinni partur er hin myrka systurin Claire (Charlotte Gainsbourg), ið er eins nærverandi og í Antichrist. Í so máta havi eg lyndi til at síggja filmin, og serliga Claire, sum framhald av hesum fyrra stórverki undir lívsins træi. Og so býta leiklutirnir, hin ljósi og hin døkki, líka sum um, ella gera teir tað? Er hetta bara ein stuttur tanki eina miðsummarbrúdleypsnátt? At ganga inn í tann heilaga ektastand og samstundis forsaka alla borgarligheit? Ella er hetta bara von Trier, sum frívilliga er farin í posthuma terapi hjá Tarkovskij, millum náttúru og mentan djúpt inni í svensku skógini? Eg halli mest til hetta seinna og djúpt persónliga hjá listamanninum von Trier sjálvum. Ein filmur til innvortis brúk, sum tó tolir nakrar áskoðarar. Nú fari eg at spæla Jussi Björling När jag för mig själv i mörka skogen går. Kanska fái eg steinin úr trantinum, innan hann holar skógvin, eyðkendi Trierski steinurin.