7.8.11

Bobby á Brekku


Um nátturatíð leygarkvøldið savnaðust tíggju mans úr countryklubbanum til prát og ein góðan bita hjá Oddbjørn Vágslíð á Brekku 1 í Klaksvík. Út á kvøldið kom Bobby Bare á gátt. Í grimdarregninum, ið hevur rakt allar festivalar í ár, koyrdi Allan sangaran heilt til dyrnar. Inn trein ein grannvaksin maður, fryntligur undir hvítum hatti, í svørtum leðurjakka við cowboyfrynsum og í hvítum renniskóm.



Oddbjørn hevði sett plátusavnið fram og bað um at fáa bestu plátuna, Hard Times Hungry, signeraða. So varð og enska prátið gekk sum eftir ánni. Fyrst um hina fyrstu plátuna, Down in the Corner of Love, sum vit kenna frá Buck Owens. Upptøkan varð gjørd hjá Capitol í Hollywood í september 1956, Ken Nelson produseraði og Buck Owens spældi gittar aftur við sanginum hjá Bobby Bare. Oddbjørn vildi hava at vita um hon, ið sang kór, Jeannie, var komandi konan. - Nei, navnið er tað sama, men mín Jeannie og eg hava verið gift í 47 ár. Hon man vera orsøkin til at eg enn eri frammi, sigur mildi maðurin, sum við jøvnum millumbilum sendir eitt glógvandi eygnabrá undan hattinum og út í stovuna. Sýnið er frítt yvir vágna, grøna bøin og fjøllini, sum vit tryggja honum eru har, handan skaddu og skúrar, ið dríva niður eftir gluggunum. Áin í túninum og fossurin omanfyri ganda fram eina sjáldsama ljóðmynd í stovuni á Brekku. Ein hálvur tími er til konsertin skal byrja á Vágsbøi, sum nú er rennvátur.







Hann fær sær strepsil, hostar og biðjur um kaffi við mjólk í. Vit hava etið smyrjibreyð og á borðinum er nú ein lagkøka við dagfesting og navni. Her er eingin tilvild, ið ræður. Nú er evnið sangir og hvør ger av, hvat syngjast skal og hvussu. Bobby Bare smírist og nevnir at hann hevur ongantíð sett mørk og mest sum altíð sungið tað, hann hevur havt hug til. - Drop kick Me Jesus er helst hin einasti andaligi fótbóltssangur í waltz takt, sigur 76 ára gamli sangarin og flennir. Men sangir eru ymsir, og øll evni hóska seg neyvan at taka upp í afturhaldssinnaðu countryverðini. - Nei, satt at siga eru eingi mørk, tí sangirnir liva sítt egna lív og eg tulki teir bara. Samskifti við áhoyraran. Tað kann vera í tí djúpt syrgiliga In the Deepening Snow hjá Harlan Howard, ella í sanginum um ótrúskap, Margie’s at the Lincoln Park Inn, hjá Tom T. Hall.



Uttan at gera nakran háva, hevur Bobby Bare í mangar mátar kollvelt siðbundnu countryhevdina. Hann hevur lagt lunnar undur outlaw rørsluna, gingið millum sukursøtu strúkararnar hjá Chet Atkins og Shel Silverstein, sum skrivaði honum lagnusøgur um arbeiðsloysi og uppboðssølur, har alt innbúgv hjá bóndanum verður selt Two for a Dollar. Og í bíðirøðini møtir han Gud, sum sigur Hey, I’ll met you all in a week or two in the unemployment line. Bara Shel Silverstein kann skriva tílíkar sangir og fáa teir at rigga – saman við Bobby Bare.



Ikki kann eg halda mær at spyrja um mín yndisyrkjara, Billy Joe Shaver. - Ja, sangirnir eru tiknir úr lívi og gerandisdegi hansara, sigur Bobby Bare og er uppgevandi, tá eg spyrji um Shaver og støðu hansara í dag. - Hann er illa fyri. Men hann hevur livað og skrivað nógvar sangir!


Sonhard vil bjóða honum eina øl og ein snaps til hálsin, men tað er nei. - Kaffi við mjólk, sigur Bobby Bare og sendir Sonhardi eitt eygnabrá, sum stendur stilt í stovuni eina løtu. Oddbjørn spælir seinasta farvælsangin hjá Jim Reeves, Adios Amigo, upptikin í Njårdhallen í Oslo 16. apríl 1964, har Bobby Bare og Chet Atkins vóru við á palli. Bobby reisir seg og biður rørdur farvæl. Nú fara vit oman á Vágsbø, Bobby í Mercedes og vit í oljudansi og gummistivlum.