26.8.11

Fleirmæli og tjóðskapur


Tað er týskvøld og í durinum í Listasavninum tekur ein fryntlig Elisabeth Holm ímóti, vísir mær skránna og sigur, hvør er hvør á ráðstevnuni Minst 4 mál til øll - Málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini. Lyklapersónar eru tey bæði Tove Skutnabb-Kangas, sum er úr Finnlandi og Robert Phillipson, sum í 1973 flutti úr Bretlandi til Danmarkar, har tey búgva sum hjún á einum small organic farm, sum skráin sigur.



Elisabeth upplýsir at henda fyrsta føroyska ráðstevnan um fleirmæli í Norðurlondum, byggir á tann veruleika at í 2009 møttust hesar fimm kvinnur: Karin Jóhanna L. Knudsen, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Fróðskaparsetur Føroya, Elisabeth Holm, Fróðskaparsetur Føroya, Leena Huss, Hugo Valentin-centrum, Uppsala Universitet, Tove Skutnabb-Kangas, Åbo Akademi Universitet og Sia Spiliopoulou Åkermark, Ålands fredsinstitut. Í innganginum í skránni siga tær báðar Elisabeth og Karin Jóhanna at ‘vónin er at ráðstevnan fer at fáa okkum at virðismeta mál sum tilfeingi og málsligt fjølbroytni sum ríkidømi í einum alt meira globaliseraðum heimi.’



Karin Jóhanna bjóðaði vælkomin, Nils Ohrt stjóri í Listasavni Føroya, greiddi livandi frá um føroyska list og Malan Marnersdóttir helt serstakliga góða og undirhaldandi røðu á enskum um føroyskt mál og hvussu hon sum sjey ára gomul kom úr Danmark og í føroyskan skúla at læra ikki bara móðurmálið, men eisini danskt, sum hon dugdi framúr, men ikki á sama hátt sum floksfelagarnir. Fyrstu ferð eg havi hoyrt so persónliga, men tó alment viðkomandi lýsing av hesi margháttligu støðu í føroyska skúlanum.



Millum teir mongu útlendsku lutakararnar og fyrilestrahaldararnar vóru bert heilt fáir føroyskir. Við støði í Heimsatlas (1993) gjørdi Rolf Guttesen gjøldur burturúr royndum at skapa fakmál innan føroyska skúlagátt, meðan Malan Marnersdóttir vísti á málslig viðurskifti sum hvurvu, tá William Heinesen varð týddur til føroyskt. Í pallborðskjaki um málpolitikk, tá ráðstevnan endaði, hugleiddi Vár í Ólavstovu um miðnámsnæmingar, sum sjálvsagt velja tað mál, ið fyri teimum letur upp flestar dyr, og tað er enskt heldur enn danskt. Vár nam við tað vælkendu norðurlendsku dimensjónina, sum hvørvur, tá danskt viknar. Umframt hesi trý vóru Kári á Rógvu og Hjalmar Petersen orðstýrarar. Elisabeth Holm upplýsti at skráin var opin fyri øllum føroyskum granskarum, eisini á fólkaksúlaøkinum. Eg saknaði størri og meiri viðkomandi føroyska luttøku. Hóast Helena Dam á Neystabø setti ráðstevnuna, sást einki til Mentamálaráð, Fróðskaparsetur ella Málnevnd á skránni. Í almenna rúminum hoyrist mest sum einki um føroyska gransking. Tá hesin dialogur við fólkið er fráverandi, nyttar lítið at skapa skilnað fyri at draga lærd fólk heim aftur til okkara samfelag, so sum høvuðsstaðarkommunan hevur gjørt síðani 2009.


Týsdagin byrjaðu fyrilestrarnir í høllini í Norðurlandahúsinum. Anne Holmen helt fyrsta fyrilesturin, sum var um danskan málpolitikk. Eg var skakaður av hesum fyrilesturi, sum avdúkaði hvussu fólkaforførandi fólkaræði elvdi til puristiskt einmæli í danska nationalstatinum, sum hevur hægstu málsligu krøv í Evropa. Hóast hesi órímuligu lógarkrøv, hava 190 ymisk móðurmál valt at búseta seg í hesum fremmanda landi, sum bert at síggja til er liberalt. I Danmark er vi sum de tre aber, segði ein hugfarsliga hvassur fyrilestrahaldari. Góður fyrilestur um góða viljan, sum bara er á yvirflatuni, tí snævurskygd lóggáva og pírin samfelagspolitikkur seta endaligu karmarnar, ið hava til endamáls at hálova kanoniseraða danska móðurmálinum og lata onnur móðurmál í størri mun gerast mál fyri sosialverkið.


Dagin eftir helt finski Markku Suksi frá Åbo ein fyrielstur um sama evni. Her gekk greitt fram, hvussu miðvíst finsk fyrisiting leggur seg eftir at tryggja øllum minnilutamálum privat og almenn rættindi, eisini meänkieli, sum fyri mær var nýtt heiti.  


Lars Anders Kulbrandstad legði fram norskar áskoðanir um fleirmæli, dialektir, mest í fjølmiðlum. Har í landinum eru tey sera tollynt yvirfyri teim ovurhonds mongu lokalu dialektunum, men ikki tá tað umræður tey 150 fremmandu móðurmálini hjá tilflytarum og so serliga ikki, um tey skulu gerast varandi minnilutamál í Noregi. Við støði í Dansken på Færøerne (1845) segði Karen Margrethe Petersen frá um skúlar við landamørk, sum natúrliga brúktu fleirmæli heilt frá barnagarði. Fyrilesturin skundaði undir tankan at læra mál longu í barnagarði og fyrstu fólkaskúlaárunum. Tíanverri fekk eg onga mynd av henni. 

Vit hava leingi tosað um danskt mótvegis móðurmálsundirvísingini, men aldri havi eg hoyrt føroysktlæraran sagt, at undirvísingin hjá honum bleiv betri, um vit løgdu danskt niður ella stegaðu við tí eini tvey-trý ár, hóast hetta hevur verið yvirskipaða uppáhaldið, at geva móðurmálinum frið so leingi til ber. Enn liggur danska móðurmálið og gnaddar so lystiliga upp at hinum móðurmálinum, sum er í tí føroyska skúlanum. Tí føroyska. Og tað var tann tíð, tá norskt og svenskt eisini vóru partar av donskum, fyri ikki um at tala íslendskt í sjeynda í føroyskum. Og fyrr skuldi hvørt mansbarn duga týskt, tí annars kundu Badermaskinurnar ikki handfarast á landsins flakavirkjum. Og fyri at sleppa á málsligu deild í Hoydølum skuldi tú hava latín, ferdutt. Og komin í Hoydalar fekst tú franskt kroyst inn á teg, og hetta mál gjørdist nummar sjey á lívsins almennu leið, innan tú yvirhøvur næm tær útbúgving, og so púra uttan at telja gøtudanskt, sum í og fyri seg telur øll tey norðurlendsku málini í einum, afturat.


Samstundis sum vit vilja verja okkara egna mál, hava vit altíð havt ein natúrligan áhuga fyri øðrum málum eisini. Á ráðstevnuni um fleirmæli í Norðurlandahúsinum vóru vit bara ein evarska lítil brikkur. Men tó, sagt varð at eini 70-80 ymisk móðurmál verða tosað í Føroyum. Tvær norskar kvinnur, Astrid Roe og Rita Hvistendahl, løgdu fram eina kanning, ið segði at millum studentaskúlanæmingar í aldrinum 16-17 ár í Oslo varð fremmant mál tosað í 4 av 10 heimum. Tað vil siga at 200.000 av teim tilsamans 600.000 Oslobúgvunum hava ikki norskt sum móðurmál. Og skúlin brúkar ikki hesa ressursu til nakað sum helst, søgdu tær báðar í fyrilestrinum Fleirmæli millum næmingar í studentaskúlanum. Samanumtikið kundi sigast at í norska høvuðsstaðnum var talan um 150-mæli heldur ein bara fleirmæli.


Hin ungi Florian Hiss, sum er føddur og uppvaksin í Týsklandi, hevði lært seg norskt í Tromsø, har hann hevði granskað orðalagið í almenna kjakinum, nú skotið er upp at Tromsø skal gerast tvímælt kommuna, norsk og sámisk. 1500 sámar búgva í kommununi. Í framløguni greiddi hann frá hvussu mál er knýtt at tí sosiala kontekstinum og kann vekja ógvusligar kenslur, rætt sum tá vit her í landinum tosa um atlas og aðrar bíbliútýðingar. Ógvusligu og ikki sørt skemtiligu dømini hevði Florian tikið úr bløðunum Nordlys og I Tromsø í vár.


Carol Benson, sum er úr Kalifornia, er universitetspedagogisk utvecklare á Universitetinum í Stokkholm. Í framløguni leitaði hon út um Norðurlond og legði seg heldur eftir viðurskiftunum millum norður og suður. Eingin kundi sum vit á norðurhálvuni læra tey á suðurhálvuni at leggja lunnar undir gjøgnumhugsaða frálæru í móðurmáli og fleirmæli longu í barnaskúlanum. Carol vísti á spennandi royndir við fleirmæltum skúlum í Mosambikk, Kambodja, Maldivunum, Eystur Timor, Bolivia og ikki minst í Baskaralandinum. Ein trupulleiki var at gera undirvísingartilfar í londum, har málini kundu vera upp í 60 í tali. Her kundi eitt forlag sum Nám gjørt góðan mun, helt hon, tá hon undir Vestmannabjørgunum hoyrdi um føroyskar royndir við bókagerð og fjøltáttaðari byrjunarundirvísing. Aftur her var ein spírandi tanki at fara undir fremmandamál longu í yngstu flokkunum.

Komin heim kønkar Høgni í Útvarpinum um frikadellur, sum tey lærdu á heilsufrøðiligu Starvstovuni siga ikki hava ligið nóg leingi á. Næstu tíðindi, ið savna tjóðina, eru frá Kitty May, sum hvínur um gamalt dynamitt, sum eingin visti av og færri vilja rudda burtur. Prikkurin yvir i’ið er Annika Olsen sum á Vágaportalinum sama kvøld sigur, at í seks ár hevur Mentamálaráðið bølt omaná Bolognaavtaluni, sum fyri lítið og lætt kann geva okkum atgongd til lesnað í øllum londum og hinvegin, fáa fremmand inn í okkara dunnuhyl, so røringur kemur í og gransking gevur meining. Hóast føgur orð og frálíka ráðstevnu, makta almennu Føroyar ikki at knýta hesi sambond út í heim. Gamaní, einstaklingurin dugir á mongum økjum, men ikki tær almennu Føroyar. Tær eru avbyrgdar sum í gamla Charley Pride sanginum In The Middle of Nowhere. Ráðstevnan um fleirmæli var eitt gott dømi um at einstaklingar kunnu seta Føroyar á kortið og skapa sambond, so granskarar fáast at traðka út í almenna rúmið og gera okkum deyðiligu brúkarar klókari og ríkari í tí dagliga. Ein hugvekjandi ráðstevna, sum kundi verið enn betri, høvdu fleiri føroyskir granskarar vilja verið við. Takk fyri góða uppliving, Karin Jóhanna og Elisabeth.