Skip to main content

Hávar 19 ár


Í dag vóru vit í føðingardagi hjá Hávari í Nólsoy, sum bleiv 19 ár. Hann borðreiddi við alskyns føroyskum mati, ræstari súpan, heimabakaðum breyði og, sum sæst á myndini, við røstum og turrum kjøti, turrari grind og spiki. Góðir bitar hjá Havnarfólki mitt í viku, sum Guðrun og Ivan munnu eiga fittan lut í.


Á reyðu hurðini hjá Nólsoyar Sløkkiliði á Malarenda varð ein fleygalisti festur á veggin. Sum sæst á listanum hevur Ivan rætt til 16 dagar á fleyg, umframt ein dag, sum er knýttur at pápanum. Vina hevur til dømis rætt til ein dag. Tey, ið hava rætt til dagar á fleyg, taka lut um sessirnar, so sum talvan sigur, undir einum steini suðuri í Dølum. Har eru lutirnir goymdir og verða bodnir út av tí yngsta, ið letur hin elsta taka fyrst. Summarið 1999, fekk Ivan 2740 lundar á hesum staði, tá hann var á fleyg 2. juli til 7. august. Helst er hetta met í nýggjari tíð í Nólsoy. Meir um fleyg og forvitnisliga siðin at kasta lut um sessirnar kann lesast í bókini Lundafleyg eftir Jens Kjeld Jensen.


Við rúmligu Ternuni, sum førir bilar og motorsúkklur til Nólsoyar, sigldu vit í tokuni framvið Stewe Irwin í bakborð og Brigitte Bardot í stýriborð. Sea Shepherd eigur bæði, sum eru tey einastu havgangandi før, ið eru skrásett í kanadiska indiánarabýlinginum Kahnawake við Saint Lawrence ánna í Quebec. Hóast fá fólk búgva í Kahnawake er indianaraøkið kent fyri poker, casino og annað ivasamt spælivirksemi á netinum, sum Mohawk Internet Technologies (MIT) stendur fyri. Indiánarar, sum eru norðuramerikanska upprunafólkið, hava fingið serlig lunnindi, tá umræður spæl um pengar og skattafrítøku í hesum sambandi. Har fer leikur ikki fram sum úti í Nólsoy, har javnt verður býtt millum tey sum eiga og røkja og møta, tá lutur verður tikin um fleygasessirnar. Og enn eru vit ikki komin til nådens tid.

Manga takk, Hávar!