31.8.11

Koyring fyri allar pengarnar


Koyring bannað stendur í reyðari ávaringarrammu á hjallinum hjá Jens Peturi í Tórsbyrgi. Ikki tí, tað er nevndin í Eigarafelagnum, sum á sinni setti skeltið upp. Ætlanin var ikki at spæla politi, men heldur at minna fólk á tað óhepna í at koyra millum hjallarnar og heilt til hurðina, bara tí ein er beindovin og ikki avlamin. Tað var tann tíð, tá børn í hópatali spældu í túninum. So er ikki longur.

Og koyringin verður ikki tálmað, enn minni bannað, nú ferian í arbeiðsársins tólvta mánað stendur fyri durum. Tá koyra vit í USA og ætla at leggja útvið fimm túsund kilometrar undir dekkið á einum Mitsubishi Endeavor, frá Houston til Los Angeles, sum lógliga reyða strípan vísur undir heimliga forboðsskeltinum. Livst, so spyrst.