Skip to main content

Lítlin og sjógvurin



Um vikuskiftið var Ovastevna, 25 ár eftir at Ove Joensen eydnaðist at rógva einsamallur í bátinum Diana Wictoria úr heimbygdini Nólsoy til Langelinie í Keypmannahavn.

Í hesum sambandi var framsýning í Petersens Pakkhúsi, har báturin, sum Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði, var sýndur fram og Jógvan Arge avdúkaði eina nýggja talvu við siglingarleiðunum hjá Ova, sum Ole Wich hevði gjørt til høvið.




Umframt bát og talvu, vóru eisini myndir og lutir frá ferðini sýnd fram. Eins og á talvuni, síggjast føroysku flagglitirnir rundan um fotomyndirnar. Við toyklemmum, sum eru reyðar, bláar og hvítar, eru myndirnar hongdar á ein snór í neystinum. Snøgt og einfalt.


Dukkan, sum Ove hevði í mastrini á bátinum, sæst á svørt-hvítu myndini. Veruliga dukkan sæst í einum snøggum samtíðardiski, har ein skipsklokka frá Helenu, ein admirálhattur og ein globus eisini eru sett fram.


Í erva í Petersens Pakkhúsi, har Kunningarstova er um sumrarnar, sæst sjónvarpssendingin hjá Árna Gregersen og Finnboga Ísakson frá bragdinum hjá Ova fyri 25 árum síðani. Sendingin, ið varir 50 minuttir, kann njótast aftur við kaffi og køkum við útsýni yvir havnarlagið og oynna. Men vælumtóktu festivalvaflurnar fáast eisini á Ovastevnu.



Í næstu grannahúsum, einum neysti, hinumegi kongaliga heiðursportrið, er ein hvítur tundurkassi frá Kattrup brúktur at gera eitt op fyri glugganum, tá veggurin hevur verið stoyptur. Sum eitt minni um farnar tíðir, stendur kassin enn í opinum. Sjáldsamt og monumentalt.