Skip to main content

Regn og regn og aftur regn

So er atgongd til Summarfestival í regni

Tað regnar í Føroyum og tað regnar á festivalum. Fyri fyrstu ferð havi eg verið á festivali í ár. Bæði í Gøtu og í Klaksvík. Og eg má siga, at regnið er ikki ein góður samstarvsfelagi hjá føroyskum festivalfyriskiparum. Einaferð var upp á tal at gera ein innandura fótbóltsvøll millum Fjarða. Haldi, at tað hogskotið skuldi verið tikið fram aftur. So fingu vit ein innandura pall við ríkum møguleikum, mitt í landinum, ikki bara til fótbólt og annan ítrótt, men eisini til tónleikanøvn, ið krevja fleiri gjaldandi viðskiftafolk, enn nakar festivalur kann bera. Gamaní er tað stuttligt at standa í stivlum og oljudansi á Gøtusandi og Vágsbøi eina løtu. Men tað er ikki haldbart at veður og vindur skulu gera av, um ein konsert eydnast ella ikki. Men nú havi eg so loyst bilett til Summarfestivalin.


Í oysandi regni verður armbandið heft á handliðin. Niðriundir sæst eitt sjáldsamt bygningsverk, sum er eitt yndismotiv av Leirvíksvegnum undir Sigatindi.