Skip to main content

Wastelanded, Cleaning up our brain



Fríggjadagin lat Listasavn Føroya upp Freestyle Tales, sum er ferðaframsýning við smáum og risastórum vatnlitamyndum á pappíri hjá Michael Kvium (f.1955), sum sjálvur var til staðar. Nils Ohrt lat framsýningina upp við vælvaldum orðum, ein snotulig bók eftir Inge Dybbro varð løgd fram og so var at hyggja runt í hvønn krók.

Umframt avskeplaðar kroppar, naknar og eirgrønar, leggur ein straks til merkis tey leikandi heitini, so sum Wastelanded og Halv død dansker. Stuttligt. Og alla tíðina hugvekjandi, at hesin aktuelli og týðandi listamaður er til staðar, gongur millum okkum, blíður og láturmildur.

Á heimasíðuni sigur Kvium um hesa framsýningina:

"I have done what I could to pass on things as precise and as pure as possible. I have always felt as if I was creating a stage, which can be viewed from all angles. It is up to the artist to create this scene or platform. And the more accurate and concentrated this platform, the more it gives us an extra space for thinking - cleaning up our brain - making us combine our experiences and what we sense in a whole new way - or for once, see it all clearly."


Og so kann eg ikki halda mær at hugsa um, at í heimlandinum hevur hann selt einstøk verk fyri meiri enn eina millión. Hugvekjandi. Hóast eg veit, hann ynskir peningaliga virðið har pipari grør. Tað, at fólk tíma at síggja mínar framsýningar, er einasta virðið, sigur hann.

Í framsýningarkataloginum, sum Listasavn Føroya, Kastrupgaardsamlingen, Horsens Kunstmuseum og Horst-Jansens savnið í Oldenburg geva út, spyr Inge Dybbro, um vit síggja tað, vit halda, ella halda vit tað, vit síggja.

“Ella er talan um nakað heilt triðja? Síggja vit veruliga bara tað, vit ynskja at síggja? Michael Kvium setir okkum menniskju spurningar: hvørji eru vit, hvat eru vit, og hvussu fara vit hvør við øðrum? Ævigar spurningar um tilveru, sum hann setir fram neyvt og greitt. Hann heldur speglinum uppi framman fyri okkum, um okkum dámar tað ella ei. Illa slepst undan myndum Kviums, vanskeplaðar, ljótar, sárbarar og vakrar, sum tær eru og við einum innihaldi, sum snýr seg um forfall, einsemi, óhugna og deyð.”


Í tíðindaskrivi frá Listasavni Føroya verður víst á tað sjáldsama at síggja vatnlitamyndir Kviums, tí vanliga brúkar hann tær bara sum skitsur.

“Men hesuferð eru tað akvarell og gouach myndir, sum sjálvstøðug listaverk við egnum gildi. Á sínum heilt egna og sjálvstøðuga máta geva tey stoffligheit og sartan varkurleika til myndaheim Kviums. Her verður bæði hugsað um smáar og risastórar vatnlitamyndir og um myndir úr gouache og pastelllitum - allar gjørdar til júst hesa framsýning við heitinum Freestyle Tales.”

Framsýningin Freesyle Tales er opin fram til 18. September 2011