26.9.11

Are you sure you are ready for this?


Tað er sum í einum Bunuel filmi, tá vit sunnudagin setast til borðs í matstovuni Basil um hornið á hotellinum, har vit búgva, mitt í San Francisco. Við næsta borð setast tvey pør, eitt bourgeoise franskt og eitt outlaw amerikanskt. Tey filma hvørt annað og kanska er tað ikki uttan orsøk. Undir pink parykki er franska kvinnan klødd í svørtum leðri, stuttum skjúrti og snørdum vesti við snøggum holum á bringuni, har tað sum kvinnur vanliga fjala, springur fram fyri alra manna eygu. Við middagsborðið í staði Sankta Frans í kirkjutíð. Vit eru so paff at eg gloymi at avmynda, hóast hon greitt poserar.



Vit hava rent okkum í árliga tiltakið Folsom Street Fair, sum er oman eftir allari gøtuni, sunnan fyri Market Street,  so langt eygað sær. 




- Are you sure you are ready for this? spyr vakturin við inngongdina, tá vit forvitnast. Helst eru tað bara vit, ið er ónormal í øllum býlinginum, tí vit eru sunnudagsklødd eftir teim forskriftum vit hava lært heimanífrá. - Ah, you’re Germans? spyr hann aftur og roynir annan vegin at skilja okkum og hin vegin at tala okkum frá at fara inn um gyrðingina. Men vit gera sum hini, rinda sjey dollars í part til vælgerandi endamál og fáa eitt klistrimerki á bringuna.



Í 28 ár hava tey skipað fyri Folsom Street Fair, sum verður kallað the grand daddy of all leather events. Og her er pláss fyri øllum.







Her eru cowboys í hatti og í púra ongum, og kvinnur í sniðfundigum búnum. Øll posera og vilja verða avmyndaði. Mest óflýggjaligu fólkini, gamlir menn sum naknir nøkta sær sjálvum in broad day light, og kinky pornobásar, týskir og amerikanskir, lata vit liggja á hesum sinni.







Hóast djúpt konservativt í okkara eygum, er USA eitt frílynt land. Á einum uppslagi stendur: What ever you are, be good! Í macho cowboylandi hevur filmurin Brokeback Mountain (2005) slóðað fyri eini positivari fatan av samkyndum. Greitt er at hetta er teirra dagur og øll hugna sær.






Tónleikurin er harður og øll gøtan dansar. Á einum langum palli, kanska er tað ein trailari, skiftast menn at stíla fyri. Upp móti katólsku sunnudagskirkjunum er tað ein hugtakandi løta.