10.9.11

Besta matstovan í Hereford




Hóast alt er stórt í Texas, er Hereford ein lítil býur. Her búgva einans 15.000 fólk, men so mikið meir er av neytum og korni. Her eru stórbóndir við hópin av sprøklutum neytum so langt eygað sær og risa stórar korngoymslur síggjast allastaðni. Og so lastbilar, ið koyra korn og neyt aftur og fram. Hóast kendur um allan heim, er einasta sertifiseraða Angus matstova í býnum Dakota's Steakhouse, sum lat upp fyri einum mánað síðani. Somu fólk hava í fýra ár rikið eina líknandi matstovu í grannabýnum. Neytakjøtið, tey borðreiða við er skorið sama morgun og tilgjørt eftir øllum matlistarligum reglum. Rocky Rocha, í reyðum kolli, og Miguel Martinez, í svørtum kolli, greiða okkum frá um matskránna og feittmarmorering í júst hesum slagi av kjøti.




Ein einføld filet mignon smakkaði himmalskt. Afturvið fingu vit salatbland við ranch dressing og diet coke. Ikki tí, vín kundi tú keypa, men økið er turrlagt, dry, so tú skalt limast inn í ein klubba í barrini, fyri at fáa vín á borðið. Júst sum í gomlu føroysku klubbadøgunum. Starvsfólkini á hesu hugnaligu matstovu gjørdust so forvitin at vita, hvørji vit vóru at so við og við savnaðust tey øll um okkara borð. Tá tey hoyrdu um Føroyar og at vit skrivaðu ein ferðablogg, fór leiðarin Susie beint eftir einari farteldu við tráðleysum internetsambandi. Og so at vísa teimum tað, ið tygum kæri lesari, lesur nú. Myndirnar tók Terje. Flestu teirra høvdu ikki ferðast aðrastaðni enn her norðuri í Texas. Bara Susie, í bláari troyggju longst til vinstru, ferðast dagliga um markið, tí hon býr í New Mexico og koyrir til og frá arbeiði hvønn dag. Tey vóru púra burtur í føroyska landslagnum, regni, mjørka og brimi. So dygga álitisváttan fingu vit, at innan vit fóru, skuldu vit síggja køkin. Sum sagt so gjørt. Hetta var ein stuttlig løta, ikki bara fyri góman men eisini fyri minnið.




Við til søguna um Hereford í Texas hoyrir eisini tann veruleiki, at her er óvanliga nógv fluor í vatninum. Av natúrligum ávum kunnu fólk drekka seg frá holum í tonnunum. Býurin hevur verið kallaður The Town Without a Tootache, býurin uttan tannapínu. Mest sum til stuttleika fór eg á heilsumiðstøðina at spyrja eftir tannlækna. Jú, her vóru tríggjar smáar tannlæknastovur í býnum, hin kendasta var hon hjá David J. Purdy á West Park Avenue. Men fríggjadagur er og tí er helst stongt, fekk eg at vita. Gott eg ikki hevði tannapínu, men bara vildi hava eina mynd úr tannapínuleysa búffstaðnum Hereford í Texas