Skip to main content

Brúdleyp í Las Vegas


Í dag tóku Sólrun og Terje ta avgerð at ganga í hjúnalag. Ikki tí, tey kendust fyrr. Tey komu saman í heimbýnum í 1975 og í 2001 tóku tey ring uppá umborð á einu ferju millum Turkaland og Rhodos. Í dag lyftu tey hornið á hotelltelefonini og ringdu til elsta vígslukapell í býnum, The Wee Kirk o’the Heather, sum hevur gift fólk síðani 1940. Á hvørjum ári verða 90.000 fólk gift í Las Vegas. So var at gera alt til reiðar og avtala tíð.




Lagið var gott og taxasjafførurin var fryntligur og upplýsandi og koyrdi til skrivstovuna, har loyvi skuldi fáast at giftast, marriage license, í Clark County í Nevada.





Við loyvisbrævinum var so farið til giftingarstovuna, The Wee Kirk o’the Heather, á Las Vegas Boulevard. Fyrst var at ringja uppá í lítla kapellinum, har stóru avgerðirnar vera tiknar.


Skrivstovukvinnan Lynn samskipaði øll pappír og legði vígsluna til rættis, so Reverend Van Dunson kundi víga Sólrun og Terja í hugnaliga kapellinum. Eftir prædikuna og vígsluna møttust vit í túninum at taka myndir. Unn og Birgir vóru vitni og brúðargenta og -drongur.







Meðan vit granskaðu brúdleypsskjalið, marriage certificate, gingu vit niðan í Freemont Street at eta ein góðan bita á The Golden Nuggett.



Eftir døgurðan fóru vit eina hædd upp til konsert á sama hotelli, har hesin og fleiri onnur sungu og spældi fyri brúðarparinum og øðrum fólkum. Vit siga hjartaliga til lukku við hjúnarbandinum!