Skip to main content

Deyðans dalur


Úr Las Vegas, Sin City, koyra vit um býin Parumph til Death Valley, Deyðans Dal, sum helst verður heitasti partur av ferðini. Men fyrst eru áhugaverdar jarðfrøðiligar formatiónir at síggja í landslagnum.


Og so koma vit til býin við løgna navninum Pahrump, sum er á markinum millum Nevada og California.


Pahrump er ein at síggja til hugnaligur staður mitt í oyðimørkini, men hyggja vit nærri, sæst, at tað hvørki eru Disney ella Pinocchio, ið bjóða sær til, men heldur heimsins elsta handverk.



Sjálvspeiandi kallar býurin seg 'The Terrible' og á staðnum Terrible's Town, sum er kasino, matstova, og bensinsøla alt í einum, eta vit morgunmat. Húsini eru litrík og duralásini eru revolvarar, seksløbarar.




Framvið Bella Vista, Vakra Vegnum, eru eini hús til sølu. Liggja væl fyri á stórum stykki í Deyðans Dali og ovasta á kneysanum er ein Dávidsstjørna.



Men ilt er at sleppa av við hús í hesum øki. Sjálvt ikki ein lokal opera, Amargosa Opera House, kann bøta um støðuna, tí har er stongt og læst og eingin skrá sæst fyri komandi tíðir. David Lynch nýtti hetta spøkilsishúsið í filminum Lost Highway (1997). Tað er ikki so at reka operu í óbygdum. Fitzcarraldo var eitt gott dømi um hetta sama. Saltsiloina skal eg so slettis ikki nevna í hesum føri.


Næsta skelti er ein ávaring um ekstreman hita og ávaring um eld og at vandi er fyri brandi. Ikki tí, her er mest sum bara sandur og oyðimørk.


So náa vit Zabriskie Point, staðin, sum italski Antonioni gjørdi ódeyðiligan á filmi í 1970. Og nú er rættuliga heitt, nærum hálvt hundrað stig celcius. Ávaringin um at hiti kann drepa skal takast í alvara. Onga aðra staðni hava vit upplivað so ítøkiliga at vatn og skuggi eru neyðug.



So koyra vit víðari gjøgnum Deyðans Dal, Death Valley, og skriva okkum inn á The Ranch at Furnace Creek, har svimjihylurin lukkutíð er opin. Flestu ferðafólk eru fronsk og týsk, mest sum eingir amerikanarar. Tað merkir einki samskifti og fleirfaldaðir prísir. Niðurstøðan er: ferðist altíð har, sum amerikanarar ferðast. Teir ferðast ikki í Death Valley.