Skip to main content

Djúp og breið


Djúp og breið er hon, kullan, sum ger Barringer Ringfjall, Barringer Meteor Crater, har norðuri í Arizona, eftir býin Winslow og innan Flagstaff, har vit fara at snara av til høgru til Grand Canyon. Tað var starvsfelagin Pól Jespersen, ið fortaldi mær um stóra amerikanska ringfjallið. Í Russlandi er eitt enn størri ringfjall, Tunguska, har eysturi í Sibir.




Barringer Ringfjall bleiv til fyri 50 mió árum síðani tá ein loftsteinur, meteorur, 45 metrar breiður, rakti jørðina og gjørdi eitt 210 metrar djúpt hol, har ein skýskravari við 70 hæddum kundi staðið, uttan at komið undan tromini. Hesi mongu ár er jørðin erodera so dýpdin nú er 165 metrar frá tromin niður á botnin, har 20 fótbóltsvallir kundu verið. Tvørmátið á ringinum er 1200 metrar. Ein rest av loftsteininum sæst í gongini.


Daniel Moreau Barringer (1860-1929) var hin fyrsti at granska í økinum og finna sambandið millum loftsteinin, sum skapti ringfjallið. Ein minnistalva sæst á myndini niðanfyri.