Skip to main content

Eftir regnið




Eftir regnið blómar Grand Canyon í teim fagrastu litum, sum neyvan nakað myndatól kann fevna, fanga ella goyma. Men ælabogin er ítøkiligur og sjónligur, onkra løtu í tveimum. Dýrini koma fram, ein íkorni og ein krúnhjørtur.



Myndlistamaðurin Joshua Been (f.1974) úr Colorado hevur lisið myndlist á The California Art Instiutute og býr nú í Salida, The Heart of the Rockies. Hann greiðir frá um litskiftið eftir regn og hvussu tað gráa kann rúma øllum litum, frá tí kalda til tað heita. Hann livir í landslagnum og skiftandi litunum.