Skip to main content

Elsta dansistovan í Texas



Har suðuri í Texas eru nógv týsk staðarnøvn, so sum Schuleburg og New Berlin, ið benda á at týskurin var millum niðursetufólkið í gamla Texas. Teirra millum var Heinrich D. Gruene, sum í 1872 keypti 24 ferkilometrar av jørð norðan fyri New Braunfels og fór at spinna ull.



Virksemið hepnaðist so væl, at bygdin bleiv kallað eftir honum, Gruene, framborið sum enska Green. Arbeiðsfólkið skuldi eisini eta og dansa og her í bygdini er elsta dansistova í Texas. Dickie Lee Erwin, sum syngur og spælur saman við Stanley Samuelsen, fortaldi um bygdina, ið er eitt paradís hjá tí ferðandi við áhuga fyri tí upprunakenda, sum er í lívi og tónleiki fram við vegunum, ið eru lívsæðrin og meginnervalagið í USA.




Í dag er Gruene Hall elsta dansistovan í Texas. Her sæst, hvussu ein kovboy stendur við diskin og biðjur um eina lokala øl, meðan blues tónleikur rungar, tí opið er millum barrina og spælistaðin, sum er aftanfyri, alt í upprunalíki og skrásett sum eitt landmark. Leggið til merkis yvirskeggið, ið næstan rímar uppá Allman Brothers.



Eitt borð stendur tómt og vit seta okkum at njóta landsins bjór, lokala Shiner Bock og Miller úr Milwaukee, og eina meksikanska Corona.


So er at fara í baklokalið, gomlu dansistovuna, við palli í báðum endum. Í dag er tað Jeff Strahan, ið spælir amerikanskan road side blues við munnhørpu, keyboard og tveimum trummusláarum, sum vóru tað Allman Brothers vaktir úr dvala frá 1971, ein livandi Stevie Ray Vaughn og Mark Farner, tá hann larmaði sum mest í Grand Funk Railroad, men altíð við reinum 70'ara vokali. Hugfarsligt, bæði ljóð og staður, í Gruene, elstu dansitovuni í Texas. Her kundu vit steðgað, høvdu vit vitað betur. Takk til Dickie Lee Erwin fyri upplýsingar um henda frágerða stað. Men vegurin kallar.