Skip to main content

Fiesta í Santa Fe



Á 299. sinni er Fiesta í Santa Fe, elsta høvuðsstaði í amerikansku statunum. Samstundis hátíðarheldur katólska kirkjan 400 ára trúarvirksemi, 400 years of faith.






Kvinnuligar sangarinnur við lívligum rútmum eru vælumtókatar og øll gøtan dansar og syngur við. Tvær teirra eru Jenna Martinez, sum eisini syngur saman við pápanum, og Ernestine Romero, sum leverar eitt lívligt show við frálíkum tónleikarum, ið kalla seg Malsangre.




Eftir ein bita á The Bull Ring ganga vit gjøgnum miðbýin, har altskyns sølubásar eru, júst sum á ólavsøku.


Prangandi handlar, sum eisini selja norskar og íslendskar ullavørur, eru í miðbýnum og eg royni ein Overland duster úr leðri. Hann man viga meir enn loyvt er at taka heim við í flogfarinum, so eg lati hann hanga og spari 800 $.

Katólska kirkjan tykist standa serliga sterk í Santa Fe. Sigst at onga aðra staðni eru so nógvar standmyndir av Sankta Frans, sum her. Eina standmyndin lýsir Sankta Frans sum biður fyri himmalsins fuglum.


Framman fyri kirkjuni á torginum er standmynd av Kateri Tekakwitha, sum livdi 1656-1680. Hon var mohawk indiáni í New York og fyrsti norðuramerikanska indiáni, ið er signaður av katólsku kirkjuni og gjørd sæl, beatus, ið merkir signaður, nærum kanoniseraður. Í morgin, sunnudagin 11. september, ætla vit í kirkju her.