Skip to main content

Á fjalli við indánarum


Mánadagurin byrjaði við morgunmati á The Range Café í lítla býnum Bernalillo í New Mexico. Her hevði sjálvur Obama, forseti, etið, so tað var helst nóg gott til okkum eisini. Og so var. Dagurin byrjaði við eini smílandi servitrisu.


The Range Café hevur eisini ein bókahandil við nógvum bíblulíknandi útgávum, sum í kjalarvørrinum á nine eleven hava frið og semjing sum evni. Besta sitatið í einu útgávuni átti Jimi Hendrix.


Eftir morgunmat, hittu vit hina fryntligu og vitandi Denise Silva, sum í grannahúsinum rekur Silva´s Saloon. Hon er lærari, sum nú hevur lagt frá sær, fyri at reka søguríku barrina, sum abbin lat upp í 1933. Denise er fjórða ættarlið í lítlu familjuni, sum kom higar úr Libanon. Hon var serstakliga fegin at møta okkum og uppliva tann heiður at hoyra eitt fremmant mál, sum bara 50.000 tosa. So gekk tosið um matematikkbøkur. - Árið fyri at eg gavst sum lærari, noktaði skúlin at keypa bøkur til næmingarnar. Nú skuldu bara lærarar hava bøkur og undirvísingin bleiv í størri mun undirhald, infotainment, heldur enn grundleggjandi læring hjá hvørjum einstakum. Hetta var eitt stórt mistak, sigur Denise og greiðir í smálutum frá hvussu gott tað er at duga eitt annað mál enn sítt egna, og helst fleiri við. - Tit eru veruliga rík at duga so nógv fleiri mál enn vit í USA. Jú, hetta var ein áhugaverdur skúlatími hjá Denise í Bernalillo.



Síðani fóru vit til stroks út í indánaraland. Eftir bygdina Casa Blanca, hvíta húsið, var málið at vitja ættarbólkin Acoma uppi í fjøllunum, Acoma Pueblo, á enskum róptur Sky City. Søgan sigur at Acoma fólkið fyrst helt til á heilaga fjallinum Taylor, síðani á háslættanum niðanfyri, sum í blóðigari søgu minnir ikki sørt um Masada í Ísrael. 


Á myndini niðanfyri eru vit uppi í Acoma Pueblo, triðju búsetingini hjá Acomafólkinum, 7000 føtur omansjóvar. Curtis, sum er ferðaleiðari, peikar á fyrru búsetingin, sum sæst í tí fjara. Hann er svágur ein heilagan í bygdini. Skipanin er, at eitt elstaráð peikar á nýggjar andaligar leiðarar, sum við húski flyta av láglendinum og búgv her uppi á fjallinum í hálvtannað ár. Curtis gongur andaliga leiðaranum til handa og er annars umsjónarmaður á indiánarasavninum Sky City Cultural Centre niðri á láglendinum. Teir andaligu vísa seg ikki fyri fólki, meðan teir búgva her uppi í fjallabygdini.
 

Í fimmtiárunum, tá hann skuldi taka film her, bygdi John Wayne vegin niðan til bygdina, sigur Curtis. Filmslið og countrysangarar sum Tim McGraw hava verið her og filmað, so vit fjala okkum ikki fyri nútímas tøkni, hóast teir eldru noktaðu fólkunum, ið gjørdu Transformers 2 at koma higar. Teir halda at video og filmur kann súgva megina úr lendinum, sigur Curtis. Nógva staðni standa skelti um ikki at brúka video.


Acomabýlingurin er túsund ára gamal og yngri og fólk byggja, so sum teimum hóvar. Her er eingin byggiviðtøka ella heildarætlan, bert virðing fyri hvørjum øðrum, sigur Curtis í elsta amerikanska búplássi


Við einar dyr stendur ein indiánari stillur og starir út yvir bygdina. Ikki eitt orð. Men fyri nakrar dollars vil hann lat meg taka eina mynd. Jú, her er respekt, eisini fyri pengum.


Katólska kirkjan í Acoma, Mission San Esteban Rey, er bygd í 1641. Á loftinum fremst fyri er elsta skúlastova í Norðuramerika. Her lærdi prestur børnini at lesa. Curtis takkar fyri at vit lýddu á og sigur ikki farvæl. - Vit síggjast øll aftur, sigur hann av indiánarafjallinum.