Skip to main content

Fólk í Deyðans Dali


Unn og Sólrun í Death Valley ein heitan sunnudag, tá hitin var omanfyri 40 stig. Niðanfyri poserar Terje undir hatti og í kulum sólbrillum á sama heita staði.


Fólk savnast í hópatali at taka myndir á hesum staði og summi taka sær óráð fyri og eru um at detta oman, bara fyri at fáa eina mynd úr oyðimørkini.


Unn framman fyri Zabriskie Point við eyðkenda strokinum av svartari lava í baksýni. Í dag koyra vit longur út í oyðimørkina, framvið hægsta fjallinum, Mount Whitney, gomlu japansku fangaleguni Manzanar og gista í Mammoth Lakes.