Skip to main content

George Hendry


Vit eru inni á skrivstovuni hjá Tamara Landre á Hendry víngarðinum í Napa. Vit hava samskift um hesa vitjan seinastu mánaðirnar og greitt er at aldrandi stjóri hennara, George Hendry, við áhuga hevur fylgt við, tí hann hevur lisið um føroyska málið í bókini hjá Melvyn Bragg The Adventure of English a biography of a language.



Tað var í 2008 at vit spurdu Bruce, ein vínhandlara í Yountville í Napa dalinum, um zinfandel drúvuna og hann vísti til Hendry primitivo. Síðani hevur áhugin verið fyri hesi drúvu, sum hevur so spennandi søgu úr Kroatia, Italia og Kalifornia. Nýggjar DNA kanningar, sum George Hendry hevur verið við í, staðfesta at zinfandel og primitivo eru sama drúva.





Í 1944 tóku sjey vínbøndur í Napa seg saman og stovnaðu Napa Valley Vintners, sum sæst á skeltinum omanfyri til høgru. Í dag eru 522 víngarðar, wineries, limir í felagnum, ið verður lýst sum a non-profit trade association responsible for promoting and protecting the Napa Valley appellation as the premiere winegrowing region.



George Hendry er ein teirra. Hann var smádrongur tá húskið flutti higar í 1939. Tey vóru bøndur og søgan sigur at smádrongurin fekk eitt stykkið at dyrka drúvur á, so hann kundi vinna nøkur oyru. Sum frá leið og drongurin vaks til, gav hann tað lyfti at her skuldu bara vaksa drúvur. Á øllum markunum hjá Hendry og teimum. Og so varð.



Her hava tey dyrkað drúvur í 30 ár, officially, sum tey siga. Seinastu 20 árini hava tey gjørt vín úr egnum drúvum. Tað tekur sjey ár at gera nýtt vín, sigur George og hugleiðir um filmin Sideways, sum hálovar pinot noir og hartar merlot. Hetta ávirkar marknaðin á ein hátt, sum tú ikki kanst rokna við.






Fyrsta vínið frá Hendry kom á marknaðin í 1992. Einfaldi setningurin hjá honum ljóðar: Growing the grapes right in the first place and then taking good care of them along the way. Yvirskipaða málið á víngarðinum er to make wines that reflect the unique terroir of the Hendry Ranch: wines with refinement, elegance and balance.






Eftir rundvísing á vinmarkunum, har allar drúvur vaksa, bjóðar George ellivu smakkroyndir við frágreiðing um mat og smakksansir har frammi og afturi í munninum. Serliga áhugavert er at hoyra góða læraran siga frá um tannin, garvasýru, í víni, saman við fiti í mati.


George er ein sera hugfarsligur og vitandi maður, ið setir seg væl inn í viðurskiftini, hvørt tey snúgva seg um vín, mat ella málsøgu. Hann hevur lisið á lærda háskúlanum í Berkley, eins og foreldrini. Eg vísi honum teldutøku útgávuna av ensku bókini hjá Lockwood um føroyska málið, sum er opin at lesa í hjá Google Books.


Umframt vanliga rundvísing ein sólríkan seinrapart á einum av teim 522 víngørðunum í Napa dalinum var hetta ein stór persónlig uppliving. Tey hjá Hendry hava opið og vísa runt eftir avtalu frammanundan.