Skip to main content

Every home should have one


Every home should have one, a guitar and a rifle, tykjast tey hjá Cracker Barrel siga við innrættingini kring eldstaðin í hugnaligu matstovuni við vegjaðaran. Einki er sum morgunmatur hjá teimum. Longu á útigólvinum, terrassuni, sæst fyrsta tænastuveiting í hesum blandaða landhandili: ruggustólar í øllum litum og sniði. Eisini Sólrun og Terje royndu ein heimagjørdan amerikanskan ruggustól og blivu heilt salig.



Kanska skuldi man keypt ein Texas ruggustól heimvið. Í handlinum hjá Cracker Barrel selja tey tjóðarbyggjandi amerikanskar ímyndir sum John Wayne og Shirley Temple, lána út ljóðbøkur til vegfarandi fólkið, meðan Bill Gaither telur apostlarnar um alt húsið, sum í bjartasta horninum longu glampar fyri jólum.




Hóast ivasamur, kenst handilin sannførandi heimligur við tænastu í høvuðssæti. Og so hendir tað gleðiliga og eyðkenda, at ein amerikanari, Bill Long, kemur til borðið og spyr forvitin, hvaðan vit koma. - Well, úr hasum landinum havi eg aldri havt næmingar, sigur hann og spyr um flogsamband við Føroyar og greiðir frá at hann rekur ein flúgviskúla í býnum Mission í Texas. Hetta hevði ikki hent í Evropa, eru vit samd um, og tosa eina løtu um, hvussu vit heima í Føroyum møta ferðafólki.


Og so kemur morgunmaturin á borðið. Road side amerikanskur morgunmatur við øllum tilhoyri. Enn eru vit bara í Waco. Hetta verður ein góður dagur.