6.9.11

Hetjur í Alamo



'Hetjur, tað eru vanligir menn,' sigur maðurin í oyra á konuni, í tí tey fara framvið gulu Texasrósuni í Alamogarðinum, á vaglinum í San Antonio har suðuri í heita Texas. Og soleiðis er fatanin. Her var tað vanliga fólkið, sum fyri 175 árum síðani tók á seg hetjuleiklutin, ið førdi til at 28. amerikanski staturin, Texas, The Lone Star State, bleiv til veruleika. Vinir ella sameind er upprunnin til navnið, sum stavar úr Caddo máli, sum bara 25 fólk tosa í Oklahoma, Tejas.



Fremst fyri á hetjustandmyndini við The Alamo eru William Barret Travis til vinstru og Davy Crockett til høgru. Í 1836 skrivaði Travis tiltikna brævið úr The Alamo, har hann sigur: 'I shall never surrender or retreat. Then, I call on you in the name of Liberty, of patriotism, and everything dear to the American character, to come to our aid with all dispatch. ...VICTORY OR DEATH.' Brævið, sum hvørki elvdi til luttøku ella sigur, men bara deyða, kann lesast á bønum frammanfyri gomlu spansku missjónini, sum í dag er halgidómur fyri hetjur í fólksins hjarta, ikki minst síðani John Wayne sjálvur gjørdi filmin The Alamo í 1960 og spældi Davy Crockett.


Nógv fólk savnast undir vegginum á The Alamo, so tað krevur tol at fáa eina mynd, har framsíðan sæst. Inni er ikki er loyvt at tosa ella taka myndir. Hetta er, mest sum, halgidómur. Men í eina horninum kundi eg ikki halda mær. Tók eina loynimynd av Dannebrog við talinum 1. Jú her vóru eisini útlendingar millum teir falnu í 1836. Mest írar, skotar og bretar, men ein norðurlendingur, Charles Zanco. Eftir 13 dagar á varðhaldi lógu 87 fólk eftirá. Hetta er sambært yvirliti, sum The Daughters of the Republic of Texas hava gjørt. Flaggað verður fyri øllum, eisini Charles Zanco úr Danmark.


Kring The Alamo ber til at koyra í hestavogni, keypa minnislutir, ella bara seta seg í skuggan og njóða urtagarðin við kinesiskum karpum. Jú, her koma eisini kinesarar, ið hava reist ein minnistein á vaglinum í San Antonio. Heitt er og vit leita í skuggan av Crockett hotellinum at svala okkum á eina løtu, innan vit fara norður eftir móti Austin.