Skip to main content

Kapping í Napa



Hóast kapping um vínmarknaðin í Napa eru prísirnir høgir. Men glottar eru. Komin inn á hotellið í Napa býi, bjóðar Mark Buckley til vínsmakking. Hann er marknaðarsamskipari hjá Hahn familjuni suðuri í Monterey, sum í vínhøpi kallast Central Coast og ikki Napa, ella Sonoma. Gerandisdagar millum 17 og 18 skiftast vínmerkini, sum eru á matarlepanum, at bjóða hotellgestum smakkroyndir og greiða frá. GSM, sum vit royna, er eitt bland av drúvunum Grenache (62%), Syrah (34%) og Mourvedre (4%).




Eftir vínsmakkingina fara vit á matstovuna Bounty Hunter at eta høsnarunga, sum er settur á eina øldós, og barbecue riv og coleslaw salat afturvið. Afturvið vilja vit hava Ravenswood zinfandel úr Lodi, sum í øðrum býum kostar 28 $ á matstovu. Tá vit síggja at í Napa eru vínprísir meir enn tvífaldaðir, keypa vit heldur eina ódýra zinfandel frá Broken Spur.



Um hornið er Back Room Wines, sum er vínhandil við sjáldsomum vørum, ið kunnu roynast. Sum tænastustaður er rúmið mest sum eitt bókasavn við vínfløskum heldur enn lesibókum á hillunum. Teirra millum eru tvey nøvn, ið klinga so deiliga norðurlendskt, Bergström úr Oregon og Kent Rasmussen úr St. Helena í Napa dali. Prísirnir eru frá 68 $ og meir.